Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stavraðið

2014-02-20 02:35

So skuldi eg eisini uppliva tað, at verða skýrdur sum ein í einum lítlum liði av “yderliggangandi”, tí at eg haldi, at vit eiga at fylgja ráðunum frá meirilutanum í Málráðnum.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg var ein teirra, ið helt, at okkara stavrað átti at hýsa øllum støvum, eisini c, q, w, x og z, men tá ið eg hoyrdi, hvat meirilutin í Málráðnum mælir til og hví, hálsaði eg um. Føroyskt og føroyska stavraðið eiga at sampakka, og dagliga tørvar okkum ikki hasar nevndu stavirnar fyri at skriva alt vanligt føroyskt. Á sama hátt gera londini kring okkum við sítt stavrað.

Ei heldur er nakað at ivast í, at loyvt skal vera at skriva c, q, w, x ella z, tá ið tørvur er á tí, t. d. í sambandi við navnagávu, støddfrøði , tónleik osfr.

Sum ikki einaferð er øði komin í grindina, og málið, sum tað snýr seg um í hesum føri, er gruggað upp og snýr seg mest um at kasta runu eftir hvør øðrum. Kenslurnar hava skúgvað vit og skil til viks. Tað ræður um at fáa rætt heldur enn at hava rætt.

Løgtingið eigur, ið hvussu er, at halda seg langt burtur frá at blanda seg upp í tílík mál. Tað hevur tað gjørt í ólukkumát, og úrslitið er hareftir: Útlendingar hava mist álitið á okkum sum íløguland, málsøki verða varpað kring landið uttan nakra politiska viðgerð, tá ið onkur landsstýrismaður knappliga ætlar at skaffa sær nakrar lættar atkvøður, og týðandi politisk mál verða skundað ígjøgnum, “når riget fattes penge” (flatskattur og eftirlønir).

Latið okkum heldur fáa eitt sakligt og skilagott kjak um, hvussu vit gera frameftir og hví. Lat Málráðið sleppa til orðanna at greiða frá teirra niðurstøðu, meiriluta og minniluta, sakliga og sømiliga, soleiðis at vit, ið sita og lurta, vita hvat og hví. So finna vit kanska útav, hvat er rættast: Um c, q, w, x og z skulu útihýsast, um teir skulu hava serstøðu, ella teir verða boðnir upp í føroyska stavraðið á jøvnum føti við hinar stavirnar. Tað týðningarmesta er at fáa eina væl undirbygda og viðgjørda avgerð.

Hvør veit, kanska er okkurt uppskot skjótt á veg í løgtingið um, at sjóvarfallið skal laga seg eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni? Nei, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kundi hóskandi roynt nýggju skiljiristina í løgtinginum og í landsstýrinum, tí har hava fólk eftir øllum at døma ilt við at skilja, hvørjum tey skulu taka sær av, og hvørjum tey skulu halda seg burturfrá.

Enn havi eg ikki vant meg ordiliga við heitið “yderliggangandi”, men tað tók mær eisini rættiliga langa tíð at venja meg við heitið abbi – livst so spyrst.

Hans J. Hermansen