Status á Eldraøkinum – Kommunan keypir tær ein vin, tá tú verður gamal….

2016-02-05 16:20

Nú eldraøkið hevur verið kommunalt í eitt ár, er verðuligt fokust setta á innihaldið í tænastuni. Í sjálvun sær so er hetta gott og neyðugt, og eiga vit at brúka kjakið til at uppbyggja eina enn betri tænastu í framtíðini.

Tó haldi eg, at kjakið og lýsinganar higar til av eldraøkinum, ”tekna” eina heldur óneyðuga og dapra mynd av støðuni.

Við einstøkum dømum, fær almenningurin ta fatan, at okkara eldru borgarar liggja óhjálpin, skitin og illa røkt í songini, tí starvsfólkið ikki hevði stundir til tey. Hendan fatanin er ikki í tráð við verðuleikan. Tað tori eg at pástanda.

Møguligt eru ikki stundir til nógva sosiala samverðu við brúkaran, og tað er ein trupulleikið, so ella so. Spurningurin er, hvør skal loysa hann?

Tað tykist mær, at vit sum avvarandi halda okkum hava rætt til at krevja, fyrst eitt búpláss til okkara avvarandi, síðani at kommunurnar skulu skipa soleiðis fyri, at hesi fólk ikki keða seg, og sita einsamøll, hvørki heima ella á kommunalum stovnum.

Eg haldi tað vera misskilt, at eldratænastan skal skipa fyri øllum innihaldinu í dagligdegnum hjá borgarum, bara tí tey eru komin til ein vissan aldur. Eldratænastan skal í nærverðu við brúkaran, syrgja fyri at veita grundleggjandi røkt, tá ein ikki megnar tað sjálvur. Grundleggjandi røkt í nærverður við brúkaran merkir, at vit við virðing fyri brúkaran veita røktina, ein ikki megnar sjálvur. Grundleggjandi røkt í nærverðu við brúkaran merkir ikki, at vit sum myndugleikar skulu fylla dagin við undirhaldið, sosialari samverðu o.ø.

Heimahjálpin hevur ikki tíð til ein kaffimunn saman við brúkaranum. Skal hon tað?

Ein reyður tráður í tí vit hava lisið um í seinastuni er, at starvsfólk á eldraøkinum hava ikki stundir til sosiala samverður við brúkarunum. Tey hava bert tíð til mest neyðugu røktina, og kanska knípur tað enntá onkustaðni.

Men felags fyri tað vit hava lisið higartil er, at okkara eldru borgarar, sum hava bygt hetta land, keða seg í ellisárum, og almenna fatanin tykist at vera, at nú skulu myndugleikanir inn, og syrgja fyri at tey ikki keða seg.

Eg skilji so sera væl hesi dugnaligu starvsfólk, sum dagliga eru millum brúkaranar í eldraøkinum, tá tey føla seg at vera ”ov stuttan”. Tey síggja dag og dagliga fleiri eldri fólk, sum liva í einsemi, og av tí sama hungra eftir nærverðu og samverðu við onnur fólk. Hetta gerst ein tvístøða fyri starvsfólkini

Sjálvandi føla hesi dugnaligu og samvitskufullu starvsfólkini tað kalt og hart, tá tey ikki hava stundir at seta seg eina løtu, og veita hesa nærverðu og samverðu, ið hesi gomlu fólkini so inniliga ynskja.

Spurningurin er so, er hetta ein myndugleika trupulleikið, ella er hetta ein samfelags trupulleikið?

Lønt samvera

Eg haldi vit eru komin hartil í dag, har vit vera noydd at gera upp við okkum sjálvi sum samfelag, hvør leikluturin hjá myndugleikunum skal vera, og hvør leikluturin hjá okkum sum avvarðandi og borgarum annars skal vera, tá tosað verður um eldrarøkt.

Eldraøkið í Føroyum kostar í dag omanfyri 400 mió. kr. Eitt búpláss kostar uml. 50.000,- kr um mánan, harav búfólkið sjálvt rindar gott 10% av hesum kostnaðinum.

Skulu vit flyta okkum til eina tænastu, sum eisini veitir professionella samverðu, so kemur eldraøkið at kosta nógv afturat. Hvussu nógv, er ilt at siga.

Í Onglandi hevur man eina skipan, har tey sum eru best fyri fíggjarliga, sjálvi rinda fyri ”undirhaldið” afturat tí vanligu røktini tey rinda fyri. Er tað ein tílík skipan vit ynskja í Føroyum?

Grundleggjandi spurningurin er, skulu kommunurnar í framtíðini syrgja fyri at okkara eldru borgarar fáa, umframt tí grundleggjandi røktina, eisini professionella samverðu, so tey ikki sita einsamøll heima, ella á einum bústovni?

Eldratænastan veitir longu í dag partvíst hesa tænastu umframt røkt. Spurningurin er um eldratænastan skal veita hesa tænastuna fult út, so vit onnur kunna sova væl um náttina? Einasta forðingin er pengar.

Eitt grundleggjandi kjak er neyðugt

Vit eru komin hartil í dag, at neyðugt er við einum grundleggjandi kjakið um eldrarøkt í Føroyum í framtíðini.

Fakfeløg og áhugafeløg hava longu melda klárt út, hvussu vit skulu loysa avbjóðingina í framtíðini. Teirra uppskot til loysn er einføld, og hon er hægri og lógarfest normering á økinum, so okkara eldru borgarar ikki keða seg og sita einsamøll, umframt at tað verður tryggja ein grundleggjandi røkt.

Eg skilji væl at fakfeløg arbeiða fyri hægri og lógarfestari normering, tí tað betrar um arbeiðsviðurskiftini hjá teirra limum. Men eg havi torført við at skilja, hví áhugafelagsskapir ikki koma við øðrum, og meira ”kreativum” uppskotum til loysnir. So sum at samskipa vitjunartænastur o.s.fr. Tað haldi eg hevði gagna eldramálinum nógv.

Felagsskapurin ”Tign” fer enntá so lang, at tey krevja at fíggingarleisturin millum land og kommunur skal endurskoðast, so møguleikið verður fyri at hækka og lógarfesta normeringina á økinum. Hetta er als ikki eitt mál fyri Tign.

Eg hevði ynskt, at Tign og aðrir áhugafelagsskapir heldur vóru aktivir viðspælarar við kommunurnar, og komi við konstruktivum, kreativum og alternativum uppskotum, til at veita eina betri tænastu, enn hana vit veita í dag. Tað er ov lætt bert at krevja meira pengar.

Eg eri sannførdur um, at vit øll ynskja okkara eldru ein góða aldurdóm. Tað hava tey so sannliga uppiborði, tí tað eru tey sum hava lagt lunnar undir alt tað, við njóta gott av í dag. So vit hava eitt gott útgangsstøði til eina betri tænastu, men ”tú kanst ikki keypa tær ein verðuligan vin” um tað er tað, sum er størsta avbjóðingin á eldraøkinum.

Vit mugu vísa ábyrgd, og øll geva okkara íkast til samfelagið. Ein grundleggjandi nýhugsan innan eldrarøkt er neyðug, tí at stovnsgerða okkara eldru fult út, eru ikki ein virðilig loysn fyri nakran.

Jóhan Christiansen

Stýrisform. í Nánd