Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Starvsvenjing í arbeiðsskapandi kommunu.

2012-11-12 15:43

Við 1500 starvsfólkum í kommununi, skal bera til, at seta eina fjøltáttaða starvsvenjingarskipan á stovn.

Eitt samstarv millum ALS og kommununa skal geva arbeiðsleysum starvsvenjing í umsitingin og á kommunalum stovnum. Hettar skal verða við til at lata eina hurð upp til arbeiðsmarknaðin. Nýggj tiltøk sum Vakstrarhúsið í Sandavági, sum er ein sólskynssøga, kunna vit arbeiða víðari við. Soleiðis hjálpa vit teimum arbeiðsleysu og fáa gagnnýtt føroyska tilfeingið.

Arbeiðsskerd skula í størri mun fáa arbeiðstilboð frá kommununi.

Við arbeiðsroyndum er nógv lættari at fáa arbeiði á privata marknaðinum.

Vit muga tora at ganga nýggjar leiðir, fyri at seta gongd á og gagnnýta tilfeingi.


Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.