Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Starvsmannafelagið og skattafrádráttur fyri fakfelagsgjald ???

Farna mánaða skrivar formaðurin í Starvsmannafelagnum í miðlunum at tíðin er komin til at vit fáa skattafrádrátt fyri fakfelagsgjald í Føroyum.

Í øðrum londum er tað skattafrádráttur fyri fakfelagsgjald. Í Danmark kom lóg í gildi áðrenn 1922 um fakfelagsfradrátt. Ella fyri uml. 100 árum síðani.

Tað hava verið ørgrynni av føroyingum í Danmark til útbúgving og til arbeiðis hesi nógvu árini, so vit eru øll vitandi um hettar.

Og formaðurin í Starvsmannafelagnum er komin til at nú eiga vit í Føroyum eisini at hava hendan rættin. til.

Hví hava føroysku fakfeløgini hildið at hesin fyrimunur ikki átti at komið føroyskum fakfelagslimum tilgóða tey nógvu farnu árini ?

Og hvat er tað sum júst nú tilsigur at føroyskir fakfelagslimir skulu fáa sama fyrimun sum í øðrum londum ?