Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Starvsfólkatrotið má loysast beinaveg

2022-01-05 16:21

Eldraøkini fáa ikki starvsfólk, Almannaverkið fær ikki starvsfólk, Heilsuverkið fær ikki starvsfólk, dagstovnar fáa ikki starvsfólk.

Tí fáa hesi økini ikki røkt uppgávur sínar til fulnar.

Eg kundi givið samgonguni alla skyldina, men sannleikin er, at allir flokkar - meira ella minni - ígjøgnum nógv ár hava ikki tikið trupulleikan í nóg stórum álvara. Tí er støðan, sum hon er.

Tjóðveldi hevur lagt uppskot um lønarpulju til hesi starvsfólkini, so tey kunn fáa hægri løn. Tað er ein góð loysn, tí løn dregur eisini starvsfólk til sín. Tjóðveldi hevur eisini lagt uppskot fram um at útbúgva fleiri innan hesi fakini.

Men hesum tók samgongan ikki undir við.

Støðan er nú so átrokandi, so okkurt má gerast beinavegin. 

Vit øll í politisku skipanini mugu finna eina felags loysn, sum er haldgóð, so trupulleikin verður loystur beinavegin.

Beinta Løwe
tingkvinna, Tjóðveldi