Valevni fyri Javnaðarflokkin til kommunaval 2020. Havi ikki verið uppstillaður í politikki áður.
Eri 29 ár, eigi 3 børn saman við unnusti míni, eri sjálvstøðugur vinnurekandi, og lesi Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetri Føroya. Rættvísi, og trivnaður eru míni lyklaorð

Starvsfólkarøkt á dagstovnum raðfestast

2020-09-14 22:53

Í alt ov langa tíð hava vit sæð, helst uppundir val, at fólk ynskja at uppraðfesta dagstovnaøki, bæði so og so.

Vit á síðulinjuni hava tó lisið tað av, tí alt ov lítið er gjørt, og lyftini vístu seg at vera tóm – valagn.

Sjálvur havi eg børn á stovni, og hugsi hvønn dag um hvussu stóra virðing eg havi fyri teimum, ið ansa eftir, og menna børnini - tað dýrabarasta, ið eg eigi – hóast óvirðiligar umstøður.

Lønin er ov lág, og skapar misstrivnað, og førir enntá við sær, at væl skikkaði fólk leita sær aðrar leiðir, við betri løn, fyri at fáa sínar egnu endar at røkka saman.

Lága normeringin førir við sær, at starvsfólki ikki í nóg stóran mun fær útint sína ekspertisu. Børnini fáa ikki nóg mikið av vaknsamanna sambandi, og hevur hetta sína ávirkan á barnið í síðsta enda.

Játtaninar, ið stovnarnir fáa, strekkja í fleiri førum ikki eingongd til starvsfólkalønir. Orsøkin er, at høgur starvsaldur, og nógvir pedagogar er dýrari fyri stovnin, enn eitt nýsett hjálparfólk. 

Lítið og onki er sett av til starvfólkarøkt/samansjóving, og tað er trupult at fáa endurnýggja leikur, spælipláss o.t, tí játtanin røkkur snøkt sagt ikki longri enn til lønirnar. 

Raðfestingin má henda beinanvegin, soleiðis at børnini og starvfólkini, ið arbeiða undir hesum umstøðum , skulu fáa betri umstøðu á dagligdegnum.

Í mínum hugaheimið eigur normeringin nærum at tvífaldast, hóast tað frammanundan er ringt at finna fólk at arbeiða á stovnunum. Men í takt við at lønin eigur at fara munandi upp, eiga fleiri at tekkjast hesum arbeiði, og stovnurin fær veitt ta tænastu, ið børnini og starvsfólkini hava uppiborið.

Tað verður ringt at bera á mál einsamallur, men verði eg valdur inn, er hetta nakað, ið eg fari at arbeiða treystliga fyri, og áhaldandi fáa tað betra, so vit fáa nøgd starvfólk, og rættvísa tænastu fyri børn og foreldur.

Starvfólk, ið trívast, skapa bestu úrslit. 

Høgni Midjord í Stovuni, býráðsalevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar Kommunu