Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Standið saman um sterku tjóðskaparrøddina!

2019-06-05 08:30

Vel virðiligu røddina á Fólkating. Vel eina rødd, sum ongantíð letur iva vera um, at í Føroyum er tað føroyska fólkið, ið ræður. At vit, og eingin annar eigur rættin at gera av framtíð okkara.

Vel røddina, sum í øllum lutum virkar fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, við javnsettum samstarvi við Danmark og onnur lond.

Vit mugu standa saman um rættin til sjálv at gera av framtíð okkara. Eina rødd, sum áhaldandi og hvønn einasta dag á Fólkatingi fer at stríðast fyri, at tey rættindi, føroyingar gjøgnum ættarlið hava vunnið sær, ikki verða mist. Hesum vilja E og eg arbeiða fyri á Fólkatingi. 

Hvør dagur á Fólkatingi skal brúkast til at taka við størri ábyrgd, og flyta seinastu málsøkini heim. Uttan mun til, um tú annars stuðlar Tjóðveldi, so er okkara rødd í løtuni hin einasta av teimum, sum hava møguleika at koma á Fólkating, sum er til reiðar at fara allan vegin og í øllum lutum arbeiða miðvíst fyri, at flyta øll rættindi føroyinga higar, tey hoyra heima, nevniliga heim til Føroyar. 

Vit hava sett okkum sera greið mál fyri arbeiðið á Fólkatingi, og hesum fari eg at arbeiða miðvíst fyri: 

- Alla tíðina at vera á varðhaldi, tá mál, ið viðvíðkja okkum, verða viðgjørd og samtykt. 
- Áhaldandi og alla tíðina at halda fast við, at rættin til at avgera framtíð okkara, liggur hjá Føroya fólki, og onga aðrastaðni. 
- Uttan himpr at krevja, at sjálvsavgerðarrættur føroyinga verður fráboðaður ST. 
- Arbeiða fyri at vinna Føroyum limaskap í altjóða nevndum og ráðum og føra ein virknan miðvísan uttanríkispolitikk. 
- Dagliga at virka fyri styrktum fólkaræði úti og heima, og fyri at taka altjóða ábyrgd. 
- Leggja dygga orku í altjoða samstarv um Heimsmálini, og eina umhvørvisvinarliga kós og grøna framtíð. 

Vit mugu standa saman um at verja rættindi okkara, sum land og fólk! 

Vel eina frælsa rødd á danating!
 X við E – og gott val! 

Bjørt Samuelsen v
alevni til Fólkatingið 
Tjóðveldi