Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Staðsetingin av heilsufakligari útbúgving má umrøðast samstundis

2020-01-13 14:06

Viðmerkingar til borgarstjóran í Tórshavnar kommunu og onnur, um heilsufakligu útbúgvingina, heilsuhjálpari og heilsurøktari.

Tað eru røddir frammi um at endurskoða útbúgvingina, - tí taki eg fult undir við. Borgarstjórin og fakfelag hava umrøtt hesa ætlan jaliga, men gera annars ikki viðmerkingar til staðsetingina og leggja heldur ikki upp til broytingar á hesum økinum.

Sjálv haldi eg, at vit ikki kunnu umrøða útbúgvingina, uttan at umrøða staðsetingina samstundis.

Sum politikarar hava vit m.a. ta uppgávu at skipa almenna tænastustigið, vegna tey fólkini, ið vit umboða. Í hesum føri umboði eg tey eldru og eri forkvinna í Eldranevndini í Tórshavnar kommunu.

Eg kann beinan vegin staðfesta tørvin á útbúgving hjá starvsfólki innan eldraøkið. Ikki tí at verandi starvsfólk ikki gera eitt gott arbeiði, men tí at fakligheitin eigur at styrkjast, av so nógvum orsøkum.

Eg staðfesti eisini, at staðsetingin av Heilsuskúlanum í suðuroy, hevur havt beinleiðis ávirkan á, at so fá í okkara øki, tóku hesa útbúgving.

Fyri at undirstrika hetta vil eg vísa á, at í suðuroy hava øll starvsfólkini á eldraøkinum heilsufakligar útbúgvingar, meðan tað hjá okkum bara er sløk helvtin av starvsfólkunum, sum hevur tilsvarandi útbúgvingar. Eisini er miðalaldurin á útbúnum starvsfólki sunnanfjørðs, nakað væl lægri enn miðalaldurin á útbúnum starvsfólki norðanfjørðs.

Samanumtikið, kann ein siga, at staðsetingin av Heilsuskúlanum í suðri hevur ført við sær, at okkara øki hevur nógv minni fakligheit og nakað væl hægri miðalaldur, enn vit høvdu havt, um skúlin lá nærri miðstaðarøkinum.

Eg gjørdi beinanvegin í 2017, vart við henda trupulleika og heitti á landsmyndugleikan um at endurskoða skúlatilboðið, við hesum skeivleika fyri eyga. Landsmyndugleikin lat ikki við seg koma.

Vit høvdu eisini ynski um at gera eina ‘undirdeild’ ella ein flokk av næmingum, ið kundi tikið partar av útbúgvingini norðanfjørðs, men henda umbøn bleiv eisini sópað av borðinum.

Men vit vilja ikki gevast á hondum, tí eldraøkið er eitt sera stórt vælferðarøki og eigur at hava fulla og skynsama raðfesting, eisini norðanfjørðs.

Tí hevur umsitingin í Tórshavnar kommunu arbeitt við øðrum tankum og tað nýggjasta er at gera eina útbúgving, sum beinleiðis vendir sær til eldraøkið, og fundur hevur verið við Mentamálaráðið um hetta.

Uppskotið er, at ein kann fara í læru á eldraøkinum og at útbúgvingin innan eldrarøkt verður at líkna við aðrar yrkisútbúgvingar, eitt nú handverksútbúgvingar, har ein er í læru við løn og tekur útbúgvingina samstundis.

Hetta hevði knýtt einstaka næmingin nærri til starvsøkið og stovnar, og sum kommunur høvdu vit havt betri útlit fyri, at næmingurin varð verandi í starvi, tá lærutíðin var liðug. Somuleiðis høvdu vit helst eisini fingið fleiri fólk at fara undir útbúgvingina.

Eldraútbúgvingin skal eisini verða soleiðis hátta, at ein kann byggja víðari á hana, sjúkrarøkt aftaná eldrarøkt, sum dømi.

Men vit koma ikki uttan um staðsetingina og vit eiga at taka hædd fyri, hvussu vit landafrøðiliga verða samantvinna – og lata skúlan liggja, har høgligast verður fyri flest møgulig. Hetta verður ein fyritreyt fyri, at skattafíggjaða útbúgvingin tænir røttum endamáli í mestan mun.

Bergun Kass, Tórshavnar Býráð