Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Spyr um ómaksgjøld fyri almennar tænastur

2021-12-07 21:50

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag, sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um ómaksgjøld fyri almennar tænastur. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvør er ómaksgjalds-politikkurin hjá landinum?

2. Hvat er endamálið við ómaksgjøldumhjá landinum?

3. Hvussu verða ómaksgjøldásett og roknað út?

4. Hvørjir almennir stovnar krevja ómaksgjøld fyri sínar tænastur, býtt upp á málsøki, stovnsnavn og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

5. Hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á almennar stovnar og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

6. Ætlar landsstýrismaðurinat fremja nakrar broytingar í sambandi við ómaksgjøld, og hvørji ómaksgjøld eru á veg at setast í verk og eru nøkur á veg at verða avtikin?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað er vorðin ein alt meira vanligur partur av inntøkubygnaðinum hjá almennum stovnum at útvega sær inntøkur við at krevja ómaksgjøld frá sínum viðskiftafólkum, t.d. tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a.

Oftani kann tað vera sera trupult at gjøgnumskoða, hvussu hesi gjøld eru ásett og roknað út, og tað skapar eina ónøgd millum tey, sum noyðast at gjalda.

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at tað virkar eisini sum um, at tá játtanin til stovnin ikki er nóg stór, so verða inn gjøgnum “bakdyrnar” ásett gjøld fyri at dekka vaksandi útreiðslurnar. Avleiðingin er eyka kostnaður fyri brúkaran, og er hetta eisini við til at minka um eftirspurningin eftir almennu tænastuni.

Tað er týdningarmikið, at borgarin og vinnan vita m.a., hvat tað er, tey gjalda fyri í ómaksgjaldi, tá almennar tænastur verða veittar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin