Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Spurningar og viðmerkingar, sum rættarnevndin má fáa svaraðar

2013-08-12 22:37

...um tvey eins virðismikil tilboð standa tær í boði, men til hvønn sín kostna, átti ikki at verði trupult at valt teirra millum.

Viðgerðin á løgtingi hevur víst ovurhonds stóran vælvilja fyri at byggja eysturoyartunnil og vælviljin fyri suðuroyarleiðini, har tunnilin til sandoynna er 1. byggistig, varð staðfestur, tá flokkanir í vár valdu serstaka nevnd at arbeiða við málinum.

Vælvild er at fegnast um, men tryggjast má, at hendan er bygd á haldgott grundstøði. Her hugsi eg um, hvat tað hevur kostað at broyta tunnilsætlanina, frá at vera ein skilagóð dagførðing av farleiðini inn á skálafjørðin til at verða eitt spekulatiónsobjekt. Tí heitið eg á rættarnevndina um at fáa svarað tveimum spurningum.

<b>Hvussu høgur verður meirkostnaðurin fyri bileigaran?</b>

Hvussu høgur verður meirkostnaðurin at koyra gjøgnum skálafjaðrar-tunnilin, fyri at privatir skulu kunna forvinna burturúr íløguni? Er talan um kr. 15, kr. 20, kr. 25 ella meira hvønn vegin fyri vanligan bil? Og hvussu høgur verður meirkostnaðurin fyri flutningsakfør av ymiskari stødd?

Hesin er óivað týdningarmesti spurningurin at fáa svaraðan, áðrenn avgerð verður tikin um, á hvørjum leisti tunnilin skal byggjast, tí hvørki

vinnan ella vanligi borgarin hava ráð til ovurhonds og óneyðugan eykakostnað fyri hesa sjálvsøgdu farleið, bara fyri at ríka tilvildaligar investorar. Tann dagin ein vanligur brúkari, sum t.d. brúkar tunnlin 10 ella 20 ferðir um mánaðin, finnur útav, at eykarokningin fyri at lata byggingina í privatar hendur varð 500- 1000 kr. óneyðugt hægri um mánaðin, er ov seint, ikki bert hjá landsstýrinum og sokallaðum ráðgevum, men øllum løgtinginum, at bøta um gerðina!

<b>Landskassin og landsbúskapurin.</b>

Nær tengdur at fyrra spurninginum er spurningurin um samfelagsliga kostnaðin fyri farleiðina. Her má rættarnevndin fáa serkøn at greina út í æsir, hvønn týdning tað hevur at senda 2- 3 mia. úr føroyska búskapinum av landinum. Rættarnevndin eigur at heita á búskaparkøn, bæði úr almenna og privata geiranum, at koma við hesum metingum, sum ikki bert snúgva seg um kostnaðin fyri landskassan at byggja, ella sleppa frá at byggja tunnlin, men um hvørja ávirkan ein óneyðug útslúsan av milliardum úr føroyska búskapinum fer at hava fyri land og fólk.

<b>Krógvaðu skjølini.</b>

Fram er komið, at ikki bert sáttmálin, men eisini aðrir upplýsingar, verða hildnir aftur fyri Løgtinginum. Umframt sáttmálkrógvanina er talan um, at viðmerkingar og spurningar frá serkønum á løgdeildini í innlendis-málráðnum og løgtingsskrivstovuni ikki fáa svar. Rættarnevndin má, fyri at virða og verja palamentarisku fólkaræðisligu skipan okkara, krevja at fáa útflýggja øll skjøl og fáa svar uppá allar spurningar og viðmerkingar, sum í løtuni, av óskiljandi orsøkum, verða fjald fyri lóggevarum landsins.

At vit fáa uppskotið aftur í Løgtingið uttan at alt, sum í dag er fjalt, liggur opið og svarað, má ikki henda! Tað vildi verið ein háðan ímóti tí demokratisku fólkaræðisligu skipan, sum vit hava valt at grundað tjóð okkara á.

Vinaligast,

Jenis av Rana

p.s. hetta bræv er m.a. eisini sent rættarnevnd Løgtingsins.