Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sparigrísurin á Kongabrúnni

2014-02-12 19:36

Størsti pengakassin í landinum bara veksur og veksur. Endamálið við vøkstrinum er tó heldur ógreitt

Tað er at fegnast um, at føroyski tryggingartakarin gjøgnum árini hevur vunnið sær eitt sterkt og samhaldsfast tryggingarfelag. Eitt felag, sum er somikið sterkt, at tað tolir stór nos, um illa vil til, og sum eisini var sterki samfelagsbakkurin, tá Eik skuldi bjargast.

Til hetta krevst ein stór eginogn, men ein spurningur er, um eginognin hjá samtakinum ikki er ríkiliga stór.

Tað er mín sannføring, at enorma akkumuleringin av kapitali í Tryggingini má og skal halda uppat. Eginognin hjá samtakinum er sambært seinasta hálvársroknskapi hálvatriðju milliard – 2.500.000.000 krónur! -, og tá tosa vit ein solvens, sum er næstan hættisliga langt omanfyri tað lógarkravda. Ein solvens, sum kanska pyntar um samfelagsligu hagtølini, men sum kann vera beinleiðis samfelagsskaðiligur, um hetta einvíst merkir eina akkumulering av pengum. Tá kann tað enda sum hjá Gíriki, sum ta einu ferðina kom í rasshaft, tí hann einsamallur átti allan pening í Dunnuvík, og onnur tá ikki kundu halda samfelagshjólunum malandi.

Eg sigi ikki, at Tryggingin ella Eik ikki skulu geva yvirskot, tí sjálvandi skulu tey tað. Men tá visjónin hjá felagnum er at skapa vøkstur og tryggleika í Føroyum, so kundi yvirskotssolvensur omanfyri eitt ásett mark verið nýttur til at fremja hesi endamál.

Tryggingin hevur til dømis ríkiligt av pondus til veruliga at vera ein stuðul/viðspælari hjá innovatións-vinnum og íverksetarum. Og slíkar eru í longdini altavgerandi fyri einum burðardyggum føroyskum vinnulívi. Talan skal her verið um kapital, sum er væl meira váðafúsur enn tað, sum fíggjargeirin annars bjóðar, og sum ikki neyðturvuliga verður veittur við beinleiðis avkasti sum fremsta máli.

Annar máti kundi verið at fingið framt nakrar stórar mentanarverkætlanir. Ímyndið tykkum ein grunn, sum hevði styrki til at liðugtgera stórslignu verkætlanina við Áir. Sum kundi fíggja eina veruliga filmsverkætlan, ella kanska talgilt gomlu føroysku blaðsøvnini, sum síðani kundu verið nýtt í granskingum av ymsum slag. Ein grunn, sum í nógvar mátar kundi lyft føroyska list og mentan stór fet framá.

Tá tað er sagt, so er neyðugt, at ein slíkur grunnur verður skipaður á rætta hátt. Kapitaltilgongdin má skipast, so neyðugi solvensurin hjá Tryggingarfelagnum ongantíð kann koma í vanda. Skilafólk skulu setast at stýra grunninum, og hesin eigur at virka í fullkomnum gjøgnumskygni, har ein og hvør áhugaður til eina og hvørja tíð kann síggja, hvat pengar fara til.

Í álvarsomum skemti slepst ikki undan at hugsa um orðini, sum ein tann fremsti yrkjari okkara stóð faddur at til eina kabarett um ólavsøkumundið miðskeiðis í 70’unum:

”Vit veksla kekkar, meðan kassin smekkar

og signa virðisbrøvini

Vit nærkast himni, meðan rentan hækkar

og enda har í sæluni.”

Tað kann væl vera, at sangurin var ætlaður at prika onnur enn tey, sum í dag manna nevnd og leiðslu í Tryggingarfelagnum. Men fyri tað eru reglurnar framvegis serstakliga beinraknar.

Jákup Mørk, valevni til umboðsráðsvalið