Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ivan Hentze Niclasen (Mynd: Portal.fo)

Sosialurin villleiðir um KvF, pt.2

Takk fyri svarið, Barbara! Hóast vandi er fyri at møða fólk í hesum málinum, so má eg tíverri enn einaferð staðfesta, at týðandi partar í greinunum í Sosialinum um KvF í vikuskiftinum vóru villleiðandi.

Fyri at taka stutt aftur í aftur: Talan var ikki – sum Sosialurin rør fram undir – um eina dulda avtalu millum stjóran á KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna. Innbjóðingin var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin fyri, og hon varð umrødd á fundi millum stjóra, tíðindaleiðara og báðar redaktørarnar á D&V á fundi morgunin fyri. Tá stjórin á TAKS so ringir til stjóran í KVF fyri at taka av innbjóðingini, so kunnar Johnny í Grótinum meg beinanvegin. Talan var heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta redaktionellu ketuna og legði seg út í viðgerðina hendan dagin.

Talan var tí heldur ikki um, at journalistar stutt áðrenn sendingina fingu innlit í eina avtalu, sum stjórin í KvF og stjórin á TAKS skuldu havt gjørt. Liljan Weihe og Jan Lamhauge skrivaðu spurningar, sum Eyðun Mørkøre fekk sendandi umleið kl.17.30. Spurningarnir staðfestu avtaluna undir samrøðuni. Og talan var heldur ikki um nakað illgrunasamt í at hava tvey evnir í kjakinum hetta kvøldið. Hetta var gjørt fyri at fáa betri stundir til at viðgera hetta torgreidda mál. Kjakið sjálvt hetta kvøldið var eisini ein kritisk viðgerð av málinum.

Tá Sosialurin allíkavæl málar eina aðra mynd, so er hon villleiðandi. Og tí var mítt fyrra skriv ikki sent á skeiva adressu. Blaðið má tryggja sær, at tað ikki skrivar søgur út frá upplýsingum, sum antin eru villleiðandi, óneyvir ella ófullfíggjaðir. At blaðið so allíkavæl velur at geva eina mynd av hendingunum tann 26 september út frá upplýsingum, sum eru ófullfíggjaðir, so hevur Sosialurin ein trupulleika. Eg havi omanfyri enn einaferð greitt frá hvussu samskifti og kunning fór fram í hesum málinum.

Sosialurin hevur gjørt tvey elementer mistøk í lýsingunum av hendingunum tann 26 september. Annað er ikki at geva tilfarinum, sum tit hava, eina keldukritiska og neyva viðgerð. M.a. fær lesarin fatan av, at tit endurgeva úr klagum – sum sambært stýrisformanninum í KvF- ikki eru til. Hitt er ikki at spyrja redaktørin tað kvøldið. So høvdu tit fingið eina meira fullfíggjaða frágreiðing.

Tit skriva nógv um KvF í tykkara greinum. Eg kann bara viðmerkja ein lítlan part av hesum, og tað eru hendingarnar tann 26. september. Og har má eg enn einaferð staðfesta, at tit eru á skeivari leið.

Vinaliga,
Ivan Hentze Niclasen,
Redaktørur, KvF


Les eisini:
Góða Barbara, stýrið tekur trúvirðið í størsta álvara

Aftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið í skjølunum er ov álvarsligt

Stýrið hevur ikki fingið kærur um kringvarpsstjóran

Aftursvar til Ivan Niclasen: Kritikkurin um villeiðing sendur á skeiva stað

Sosalurin villeiðir um KvF