Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sosialurin sigur ósatt

2013-09-19 21:35

Í brellbitanum fyri grein um, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin við CIP er loyniligur, sigur blaðið ósatt í páhaldi um samanberingina við sáttmálar um boriloyvir.

Í Sosialinum, sum kom í hvørt hús seinasta mikudag, skrivar blaðið í brellbitanum á síðu 2 fyri grein inni í blaðnum, har loyniligi sáttmálin við CIP um Eysturoyartunnilin verður samanborin við samsvarandi sáttmálar við DONG og Statoil um boriloyvir, at tað hevur verið ført fram av fleiri politikarum, at sáttmálarnir við oljufeløgini um boriloyvir hava verið loyniligir.

<b>Ósatt</b>

Blaðið sigur víðari, at ”ein sum eisini hevur víst á hetta í almenna kjakinum er formaðurin í sambandsfelagnum í Eysturoy, Jóhan Petersen á Glyvrum…..”. Og so roynir blaðið at insinuera bæði óreglusemi og óreiðiligheit.

Men her sigur blaðið ósatt. Havi ikki víst á, at sáttmálarnir við oljufeløgini eru loyniligir av teirri einføldu grund, at eg ikki hava vitað, um teir vóru tað. Men eg havi spurt ”… sig mær, nær eru sáttmálarnir …………… ella fylgiskjølini til boriloyvini hjá DONG ella Statoil almannakunngjørd ella løgd fyri tingið? ” Og hetta er nakað heilt annað, Sosialurin!

<b>Sáttmálarnir ikki almannakunngjørdir</b>

Hetta setti eg mær eisini fyri at kanna, og tók tað 10 dagar at fáa svar frá Jarðfeingi, tí ongin hevði áður spurt um hesar sáttmálar. Tí máttu tey fyrst kanna, um sáttmálarnir komu undir alment innlit, og niðurstøðan var, at tað komu teir. Men sostatt fekk eg eisini svar upp á spurningar mínar, at sáttmálarnir ongatíð vóru almannakunngjørdir ella lagdir fyri tingið. At eg ikki upplýsti hetta í grein míni er einfalt tí, at svarið frá Jarðfeingi kom fleiri dagar eftir, at greinin varð skrivað.

At Jón Brian Hvidtfeldt sigur seg fáa innlit í sáttmálarnar við oljufeløgini upp á 5 min. meðan tað tekur mær 10 dagar, sigur Jarðfeingi er ikki av teirri grund, at munur verður gjørdur á, hvør biður um innlit, men bara orsakað av, at tilfarið, sum eg hevði fingið, lá tøkt, tá JBH bað um innlit og bleiv bara forwardað til hansara.

Følsamir upplýsingar verða útstrikaðir

Havi eisini biðið um innlit í Marknagilssáttmálarnar, men havi ikki fingið svar, hóast tað nærum eru gingin ein mánaður síðan innlitsumbønin bleiv send. – Jú, fekk júst í skrivandi løtu svar, at eg kann sleppa at lesa sáttmálarnar á skrivstovuni hjá Landsverk, men at følsamir upplýsingar verða útstrikaðir. Og at ”tílikir sáttmálar verða ikki lagdir fyri tingið”….

<b>Fjølmiðlar uttan fakliga stoltleika</b>

Sosialurin er eisini fyrtin um, at eg vísi á, at fjølmiðlafólk uttan fakligan stoltleika hava gruggað alt hetta málið. Hetta skal eg lata liggja hesaferð.

ES. Viðmerkingin bleiv send Sosialinum tíðsnokk (samb. avt. við JBH) at koma í blaðið, sum bleiv borið í hvørt hús ígjár, men var ikki við.