Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sosialistisk niðurgerð

2013-07-21 22:30

Vit ynskja at byggja land við virðing fyri sjónarmiðum hvør hjá øðrum.

Viðhvørt fer vinstravongurin tó heldur langt við larmi, karamell-eskjum og enntá ágangi.

Nú um dagarnar borðreiða Sosialistisk Ung við eini grovari niðurgerð, sum satt at siga átti at verðið steðgað av rættinum og revsað sum ærumeiðing.

Javnaðarung bjóða fram blikk av vatni við heitinum “Brotsmannavatn”, har andlitið hjá fíggjarmálaráðharranum og formanni Fólkafloksins er á blikkinum.

Skamm fái hesar ungsosialistar, sum soleiðis royna at karaktermyrða fólkavald álitis- og hampafólk.

Er nøkur óheft og objektiv miðlaviðgerð av hesi niðurgerð?

Nei, miðlarnir í Føroyum hava vinstrahalla slagsíðu, og tískil hevur almenna kjakið og hugburðurin eisini hesa somu slagsíðu til vinstru.

Vit eru tó nógv, sum fegnast um skilagóða og ábyrgdarfulla arbeiðið, sum Jørgen Niclasen ger saman við samgonguni.

Vit halda ikki gang, men gleðast um, at samgongan roynir at fáa samfelagið aftur á beint, og eisini tryggjar, at tað loysir seg at gera nakað til nyttu her á landi, og ikki brúkar sína politisku orku og skattapening til at samsýna teimum, sum ikki ætla sær úr songini um morgunin.

Hóast vinstravongurin áhaldandi larmar og fyllir miðlarnar, so eru nógv fólk, sum síggja tómleikan í vinstrahalla ganginum, og sum samstundis síggja og virðismeta frambrotini, sum samgongan ger.

Tíbetur telja atkvøðurnar hjá teim stilføru líka nógv á valdegnum, sum teim larmandi.

Vit eru framvegis fleiri, sum velja skilagóða politikkin hjá samgonguni. Kósin má haldast, so at landið skjótast kemur at standa á egnum beinum aftur, uttan hall og uttan skuld.

Almenni geirin má heldur ikki verða so stórur, at vinnan og privati búskapurin ikki lættliga klára at bera hann bæði í ringum og góðum tíðum.

Vónandi kann javnvág eisini koma í almenna kjakið og miðlarnar.

Jógvan Poulsen

formaður í Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy