Ættaður úr Vestmanna
Bústaður: Heygalíð 19


Sosial dumping í byggivinnuni

Nú nógv er at gera í byggivinnuni, er sum vera man stórur tørvur á arbeiðsmegi, til allar uppgávurnar sum skulu gerast.

Vit hava í fleiri ár eftirhondini kent til trupulleikan; at finna røttu fólkini til byggivinnuna.

Handverkaramangul hevur verið í nógv ár, og truplari og truplari er at útvegað røttu arbeiðsmegina,til krevjandi uppgávur.

Ein kreativur máti í sokallaðu montørregluni í løgtingslóg um arbeiðsloyvi, verður í dag í stóran mun, misbrúktur av fyritøkum sum vilja ganga langt fyri at røkka sínum málum.

Fólkini sum ”influtt” verða til sokallaðar montøruppgávur, verða ofta lønt í egnum landi av strámonnum, sum forvinna nógvan pening uppá at leiga arbeiðsmegi út til føroyiskar fyritøkur. Og strámennirnir eru føroyingar í fleiri førum.

Eingin trygd er fyri yvirhøvur, at hesi fólkini fáa tað tey eiga, og eru upplýst um síni rættindi innan sáttmálaøki á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta kunnu vit ikki liva við.

Vælvitandi um at vinnumálaráðharrin Poul Michelsen arbeiðir við at lýsa og loysa málið, er vert at gera vart við hesi viðurskifti meira enn einaferð.

Tí nær vakna vit?

Eg eri av tí fatan, at fá vita um óskilið og ólóligheitirnar sum valda á arbeiðsmarknaðinum í løtuni.

Upprunaliga var andin í lógini góður, tí at vit manglaðu serligar førleikar innan skipasmíð. Tí varð kærkomið, at vit kundu innflyta serliga jarnsmiðir og sveisarar til skipabygging, sum kundi gerast í Føroyum, ístaðin fyri í útlandinum.

Er tað nakað vit serliga hava tørv á í byggivinnuni, er tað førleikar innan skipasmíð.

Men tað sum nú gongur fyri seg, har einki eftirlit yvirhøvur er við hvat gongur fyri seg á arbeiðsmarknaðinum, kunnu vit ikki lata um okkum ganga.

Tað minsta vit eiga at gera, er at hava tal og upplýsingar á teimum persónum vit loyva til arbeiðis hjá okkum sjálvum. Og betala teimum tað samsýning tey eiga av fáa.

Sosiali parturin, sum hevur við undirbetaling og niðurgerðing av fólki við ongum rættindum at gera, eigur og skal steðgast. Ongantíð ov skjótt.

Sosial dumping hoyrir ikki heima í Føroyum.


Hilbert Elisson, Løgtingslimur