SØLUTILTAK HJÁ LEIRKERINUM - fleiri enn 100 bøkur!

2018-12-11 03:41

Kristiliga Tíðindatænastan - gjaranes@gmail.com - tlf: +298 228314

Tíðindaskriv 04.12.2018

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo

__________________________________________________________________________________________

SØLUTILTAK HJÁ LEIRKERINUM

- fleiri enn 100 bøkur!

Sunnudagin 2. desember var eitt hugnaligt tiltak í Ribarhús í Fuglafirði. Tað var forlagið ‘Leirkerið’ sum skipaði fyri.

Leirkerið hevur í mong ár givið kristiligar bøkur út. Zacharias Zachariassen, sum doyði í fjør, setti forlagið á stovn saman við beiggja sínum, Flóvini Tyril. Síðan stovnanina í 1983 hevur felagið givið oman fyri 100 bøkur og bóklingar út.

Sum vera man, eru nógvar bøkur frá Leirkerinum framvegis á goymslu. Í tí sambandi varð skipað fyri sølutiltakinum í Ribarhús. Umleið 45 titlar vóru til sølu – bæði nýggjar og eldri bøkur. Tær flestu bøkurnar vóru nógv niðursettar í prísi, so har var høvi at ogna sær góðar og bíligar bøkur.

Eisini var høvi at keypa ta nýggju fløguna, ‘Títt eitt og títt alt’, sum kom út fyri stuttum – Zachariasi til minnis.

Væl av fólki hevði leitað sær inn í Ribarhús henda dagin – og nógv nýttu høvið at keypa bøkur og fløgur – bæði til sín sjálvs og til at geva sum jólagávur.

Umframt bókasøluna var eisini skipað fyri sangframførslum og røðu á tiltakinum. Fyrst sang Siloakórið tveir sangir – ein, sum Zacharias hevur týtt og síðan tann vakra jólasangin, ‘Føgur er foldin’.

Síðani hugleiddi sonur Zacharias, Arni Zachariassen, um pápa sín. Arni hevði nógv vøkur orð at siga um pápa sín: “Við bókunum hevur pápi sett síni fingramerki allastaðni!”

Eftir tað sang Heine Lützen úr Havn tríggjar sangir. Ein av teimum var sangurin, ‘Dýmæti Frelsari’, ið Zacharias yrkti og sonur hansara, Jákup, hevur gjørt lag til. Sangurin er á nýútkomnu fløguni.

Øll, sum vóru komin til tiltakið, vóru boðin til ein drekkamunn uppi á tí hugnaliga loftinum í Ribarhúsi.

Eftir at stovnarin av Leirkerinum, Zacharias, er farin, er nýtt felag stovnað við sama navni. Tað er sonur Zacharias, Jógvan, sum saman við øðrum hevur sett nýggja felagið á stovn. Jógvan greiddi við endan av tiltakinum frá framtíðarætlanum hjá felagnum, ‘Leirkerið’. Hann segði m.a., at ætlanin er at geva bøkur út til allar aldursbólkar – børn, ung og vaksin.

Samanumtikið var tiltakið í Ribarhús eitt sera væleydnað tiltak.

https://r7.fo/news/14243/kristilig-tidindi-77-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo