Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sólorka hjartaliga vælkomin til Vágs

2020-05-15 08:58

So sera hugalig tíðindi í morgun, nú lýst verður við Sólorku túrum til Vágs í summar.

Hugaligt at síggja, at fræ, sum sádd eru í nærumhvørvinum, nú bera frukt - har lokalir veitarar eru grundarlagið undir tilboðnum í góðum samstarvi við skilafólkini handan Sólorku, sum hava drúgvar royndir við at bjóða kvalitets-upplivilsir fyri lívið. Í ár kvalitets-upplivlisir í Vági

Seinastu árini hevur í Vági verið arbeitt miðvíst við at leggja lunnar undir at upplivingarbúskapurin kann gerast ein munandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá fyritøkum og fólki í Vági. Ein neyðug gongd, nú vinnurnar, sum vóru kjarnu vinnur í Vági fyri fáum árum síðani, eru minkaðar burtur í onki.

Ár um ár heysta okur fleiri fruktir av hesum arbeiði !

Upplivingarbúskapurin fevnir víða og millum annað um:

FERÐAVINNAN
Ferðavinnan er ein týðandi partur av upplivingarbúskapinum.

Ferðavinnan er í sera stórum vøkstri í Vági. Talið av vitjandi veksur við ferð og í Vági eru vit farin frá at hava umleið 35 songjapláss til ferðafólk í 2013 til umleið 170 songjapláss í dag (og tá er Kamping Vágseiðið ikki talt við).

Í ár verður væntandi eitt tað størsta ferðavinnuárið í Vági nakrantíð! Og tað liggur á okkum øllum at tryggja, at vitjandi fáa eitt gott upplivilsi og eina góða tænastu, meðan tey vitja í Vági.

UPPLIVINGAR- og ÍTRÓTTARSKÚLAR
Upplivingarbúskapurin fevnir eisini um upplivingar- og ítróttarskúlar.

Ítróttaháskúlin varð settur á stovn í 2015 og er hetta helst ein tann mest spennandi skúlasøgan í Føroyum í nýggjari tíð.

Næmingaheimið tekur skap og dagurin nærkast har Ítróttaháskúlin fær nýggjar framúr karmar at virka í. Fullsett er til heystskeiðið, nógvar tilmeldingar til várskeiðið 2021, og summarskeiðið í ár er eisini sera vælumtókt. Og í næstum fer Ítróttaháskúlin at koma við nýggjum spennandi tilboðum.

ÍTROTTARVINNA
Upplivingarbúskapurin fevnir eisini um ítróttarvinnu - um at hýsa venjingarlegum og ítróttartiltøkum fyri alskyns feløgum innan ymiskar ítróttargreinar.

Við Vágs Høll, ítróttarøkinum á Eiðinum, Páls Høll og Marghøllini so finnast ikki betri karmar til venjingarlegur í Føroyum, og tey boðini bera eisini ítróttarfeløg, sum vitja á venjingarlegum í Vági ár um ár.

Ítróttarvinna fevnir eisini um stórar ítróttarkappingar og -tiltøk. VB hevur í fleiri ár skipað Hondbóltsskúla á Eiðinum um heystið við luttakarum frá nær og fjar. FC Suðuroy hevur skipað fótbóltsskúlar og skipar eisini fyri framúr tiltakinum Skúlafótbóltur, har næmingar úr øllum landinum vitja í Vági. Og í august verður Faroe Islands Handball Cup skipað á fyrsta sinni og feløg úr øllum landinum vísa stóran áhuga.

UPPLIVINGARBÚSKAPURIN => INNTØKUR
Við vitjandi ferðafólkum, vitjandi ítróttarfólkum, vitjandi børnum og ungum til tiltøk, og vitjandi næmingum á Ítróttaháskúlanum verða eisini meir-inntøkur skaptar í nærumhvørvinum.

Vitjandi gjalda fyri at liggja nátt í Vági í gistingarhúsum, smáttunum ella í summarhúsum. Tey keypa í handlum og kioskum, eta á matstøðum, njóta løturnar á kafeum, verða bergtikin á okkara søvnum, hugna sær í Páls Høll, droyma seg burtur á túrum í okkara stórslidnu náttúru, fáa upplivingar fyri lívið á fjørðinum við sluppini Johannu ella vestanfyri Suðuroynna við Actionboats og mangt mangt annað.

Møguleikarnir eru óteljandi og bert avmarkaðir av hugflognum til at skipa tilboð til vitjandi.

Spennandi tíðir fyri framman - og bjóða okur Sólorku hjartaliga vælkomnum til Vágs !


Dennis Holm, borgarstjóri