Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Soleiðis sær nýggja Bussleiðin í Tórshavnar kommunu út

2019-03-01 09:36

1. apríl í ár fáa vit ein nýggja ferðaætlan til Bussleiðina í Tórshavnar kommunu. Hetta verður ein royndarskipan, sum verður galdandi í eitt ár, og sum verður brúkt sum grundarlag fyri einari nýggjari Bussleið, tá hon verður boðin út í 2020.

Tað er COWI, sum hevur gjørt skrokkin í uppskotinum til nýggju ferðaætlanina. Tað er vert at nevna, at COWI hevur sera drúgvar royndir og hevur í nógv ár arbeitt við kollektivari ferðslu í Norðurlondum. M.a. hava teir brúkt tvær brúkarakanningar sum grundarlag fyri nýggju ferðaætlanini. Í samráð við verandi veitara, Gundur´s Bussar, eru tó smávegis tillagingar gjørdar til endaligu ferðaætlanina.

Nýggja ferðaætlanin hevur við sær, at vit fáa eina munandi betri Bussleið. Tann allarstørsti munurin er allarhelst, at nú fer Bussleiðin at koyra allar dagarnar í vikuni, eisini leygardag og sunnudag.

Eg skal í stuttum royna at lýsa nýggju ferðaætlanina.

Havnin: Uppskotið til nýggja ferðaætlan fer burtur frá tí hugburði, at koyrt verður allastaðni hvønn 20 min.

Uppskotið tekur støði í ferðafólkamynstrinum, t.v.s., hvar flest fólk ferðast mest. Høvuðssjónarmiðið er, at flest fáa mest.

Uppskotið leggur upp til tvær høvuðsleiðir (har flest fólk ferðast), sum koyra 15. hvønn min. og tvær síðuleiðir(har færri fólk ferðast), sum koyra hvønn 30. min. Um kvøldið frá kl 18.00 - uml 22.30 verður koyrt eina ferð um tíman allastaðni.

Leiðirnar eru lagdar soleiðis, at koyrt verður í mest møguliga mun í beinari linju fyri at stytta um koyritíðina, so at tey ferðandi skulu koma so skjótt fram sum møguligt.

Leygardag koyra allar leiðirnar eina ferð um tíman frá kl. 9.45 - uml. kl 22.30. Tilsamans 13 túrar á hvørjari leið.

Sunnudag koyra allar leiðirnar eina ferð um tíman frá kl. 9.45 – uml. kl 20.30. Tilsamans 11 túrar á hvørjari leið.

Marknagilsleiðin:
Havandi í huga miðsavningina av Skúlanum á Fløtum, Musikkskúlanum, Glasi og tí ovurstóru mongd av ferðandi næmingum, lærarum og øðrum, er neyðugt við einari bussloysn afturat. Hendan leiðin fer at koyra í kring: miðbýurin - skúlarnir - ítróttarøki í Gundadali - miðbýurin.

Koyrt verður allar skúladagar frá 7.30-16.00. Tilsamans 26 túrar um dagin.

Bygdirnar:
Mánadag til fríggjadag eru 10 túrar hvønn dag.

Leygardag eru 4 túrar

Sunnudag eru tríggir túrar

Ætlanin við hesi nýggju ferðaætlanini er fyrst og fremst at betra um Bussleiðina og samstundis at gera nakrar royndir, sum vit so kunnu eftirmeta í samband við eina komandi útbjóðing av Bussleiðini. Á tann hátt kunnu vit fáa eitt enn betri grundarlag fyri at fáa eina betri Bussleið. Vónandi taka borgararnir væl ímóti nýggju ferðaætlanini.

Tá Bussleiðin seinni verður boðin út og verandi bussar skulu skiftast, tá verður sjálvandi spurningurin um el-bussar tikin til viðgerðar. Eingin ivi skal vera um, at komandi Bussleiðin í Tórshavnar kommunu í næstu útbjóðing verður ein grøn Bussleið.

Jákup Dam
býráðslimur fyri Tjóðveldi og formaður í Teknisku nevnd