Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Søgan um milliardina í fiskivinnuni

Mikukvøldið var eitt innslag í útvarpinum um, at veruliga árliga tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard krónur. Víst verður til danska tjóðbankan, sum í síni greining av føroyska búskapinum í september í ár førir fram, at yvirnormali vinningurin í føroysku fiskivinnuni er umleið ein milliard krónur.

Tað er ikki tjóðbankin, ið hevur gjørt hetta roknistykkið. Útrokningarnar eru gjørdar í Fiskimálaráðnum, og eru helst umvegis Ríkisumboðið komnar tjóðbankanum í hendi.

Trupulleikin er, at her liggja ein røð av fortreytum til grund fyri roknistykkinum, sum ikki hava hald í veruleikanum.

Taka vit útrokningina hjá Fiskimálaráðnum av sonevndu veruligu tilfeingisrentuni í 2015, so verður staðfest, at samlaða avlopið hjá øllum fiskiflotanum eftir skatt hetta árið er 316 mió. kr. Tí er tað ein góður spurningur, hvussu roknaða tilfeingisrentan sama árið er útvið eina milliard krónur.

Normal hýra 250.000 kr. fyri 250-270 dagar í sjónum
Henda sonevnda veruliga tilfeingisrentan kemur fyrst og fremt frá tveimum keldum. Onnur er, at teir, ið hava roknað, hava sum fyritreyt, at ein normalløn í fiskivinnuni er 400 tús. kr. um árið.

Eftir verandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini svarar hetta til, at tann sonevndi normali manningarparturin við einum nótaskipi er 250 tús. kr. um árið, um roknað verður við, at verandi yvirmannapartar lutfalsliga verða varðveittir.

Eitt nótaskip er til fiskiskap 250-270 dagar um árið. Fyritreytin undir roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum er sostatt, at ein dekkari skal verða 250-270 dagar til skips 24 tímar um samdøgrið við eini ársløn upp á 250 tús. kr.

Ein dreymamynd
Hetta er ein dreymamynd, sum er púra órealistisk. Við hesum manningarpørtum, hevði allur flotin ligið við brestin. Hýrurnar við føroyskum fiskiskipum er ein spurningur um samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og henda dreymamyndin kann bara gerast veruleiki, um løgtingið lóggevur , at hýrurnar skulu vera á hesum stigi.

Hin keldan til tilfeingisrentuna er yvirnormalur profittur. Roknað verður við, at normalur profittur er 6%. Tað er ikki nóg mikið til, at flotin verður endurnýggjaður. Harumframt hava fíggjarinntøkur av øðrum óviðkomandi virksemi verðið roknaðar upp í tilfeingisrentuna í teimum útrokningum, sum vit hava sæð. Hetta hevur sjálvsagt einki við tann dagliga raksturin í fiskivinnuni at gera.

Í útrokningini av tilfeingisrentuni upp á eina milliard í 2015 stava 652 mió kr. frá yvirnormalum lønum og 215 mió. kr. frá yvirnormalum profitti. Sum nevnt omanfyri var samlaða avlopið hjá flotanum eftir skatt 306 mió. kr.

Tað er eitt álvarsmál, at tjóðbankin í síni greining vísir til hesa púra óveruligu útrokningina av tilfeingisrentuni, og at føroyskir fjølmiðlar nú vísa til tjóðbankan sum sannleikavitni fyri hesi útrokning. Fjølmiðlarnir eiga at greiða frá bakgrundidni fyri hesum roknistykki, áðrenn tað ókritiskt verður varpað út til almenningin.

Tað er ein stórur trupulleiki, at man hevur givið almenninginum fatan av, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard um árið. Hetta er púra veruleikafjart.