Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

So nógv meira hava láglønt at liva fyri

Undan valinum settu vit okkum fyri, at tað skuldi vera lættari at vera lágløtur í Føroyum. Við millum annað skattalækking, hækkaðum lestrarstuðli, hækkaðum Samhaldsfasta, familjuískoyti og hægri barnafrádrátti eru vit í dag komin nógv nærri hesum máli. Hetta eru vit sera fegin um. Tað er gott fyri einstøku familjurnar, fyri búskapin og fyri alt samfelagið.

Undan valinum hevði Javnaðarflokkurin eina einfalda valskrá. Fyrst og fremst staðfestu vit størstu avbjóðingarnar í samfelagnum, sum vit serliga mettu vera tríggjar: Vaksandi ójavnin, haldførið og skeiva aldurssamansetingin. Í dag kunnu vit fegnast um, at ójavnin er minkaður, haldførið er batnað og tey ungu støðast og flyta aftur til Føroya. Serliga fegin eru vit um teir mongu batarnar til lág- og miðallønt, sum gera tað liviligari hjá fleiri at búgva og virka her á landi. Føroyar skulu vera fyri øll og ikki bara nøkur fá.

Her eru nøkur dømi:

- Ein stakur uppihaldari við eini arbeiðsmannainntøku og tveimum smábørnum hevur nú á leið 17.400 krónur meira at liva fyri um árið.

- Ein pensjónistur, sum bara hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fær frá 1. januar 2019 á leið 18.000 krónur meira at liva fyri um árið.

- Eitt par við tveimum arbeiðsmannainntøkum og tveimum smábørnum hevur á leið 18.400 krónur meira at liva fyri um árið.

- Ein lesandi stakur uppihaldari við tveimum børnum hevur 37.255 krónur meira at liva fyri um árið.

Legg til merkis, at tølini eru aftaná skatt og avgjøld.

Flatskatturin er avtikin

Eitt av tí fyrsta, sum samgongan fór undir, tá vit tóku við, var at geva skattalækking til lág- og miðallønt. Hin 1. januar 2016 lækkaði landsskatturin hjá lág- og miðalløntum við 136 milliónum krónum, og fleiri trin vórðu løgd aftur at skattastiganum. Við hesum varð farið frá sonevnda “flatskattinum”, sum undanfarna samgonga innførdi, til eina stigvaksandi skattaskipan, har tey við lægstu inntøkunum rinda minst, og tey við hægstu inntøkuni rinda mest. Ein, eftir okkara tykki, rættvísari skipan. Eitt av fleiri átøkum til einar javnari Føroyar.

Ofta verður sagt, serliga av andstøðuni, at skattalækkingin er uppetin av avgjøldum. Hetta er ikki rætt. Tað er rætt, at nøkur avgjøld hækkaðu samstundis fyri at bøta um haldførið, men tøl frá Fíggjamálaráðnum vísa, at bara skattalækkingin gav einum persóni við eini arbeiðsmannainntøku á leið 6.500 krónur meira at liva fyri um árið hóast nøkur hægri gjøld.

Harafturat hava vit samtykt at gera fløtu pensjónsskattaskipanina stigvaksandi aftur. 1. januar lækkaði pensjónsskatturin úr 40 % niður í 30 % fyri láglønt, og síðani veksur pensjónsskatturin spakuliga og stigvaksandi í mun til inntøku upp í 40%.

Familjuískoyti og hægri barnafrádráttur

Fyri at lætta um hjá serliga sperdum barnafamiljunum valdu vit at innføra eitt familjuískoyti. Eitt par, sum hevur tvey smábørn og eina ársinntøku á 280.000 ella minni, kann í dag fáa 27.000 krónur um árið í familjuískoyti. Ískoytið minkar síðani stigvíst til inntøkan er 380.000 um árið, tá parið kann fáa á leið 2.000 krónur um árið, sum er lægsta ískoyti.

Ein stakur uppihaldari við tveimum smábørnum fær fult ískoyti, tað er 23.000 krónur um mánaðin, um inntøkan er lægri enn 200.000. Forvinnur viðkomandi til dømis eina arbeiðsmannainntøku á 22.400 krónur um mánaðin er ískoytið 8.000 krónur árliga.

Umframt familjuískoytið hevur samgongan eisini valt at hækka árliga barnafrádráttin við 2.700 krónum fyri hvørt barn.

Hægri lestrarstuðul og hægri Samhaldsfasti

Í Javnaðarflokkinum vilja vit styrkja um samhaldsfesti. Ikki bara millum lág- og hálønarbólkar men eisini millum ættarlið. Tí hava vit eisini raðfest lesandi og pensjónistar - tveir láglønarbólkar í samfelagnum, sum í minni mun hava møguleika at virka á arbeiðsmarknaðinum. Lestrarstuðulin er hækkaður, lesandi fáa nú lestrarstuðul alt árið, pensjónistar fáa hægri útgjald úr Samhaldsfasta og Kringvarpsgjaldið er lækkað.

Tí er tað skilagott at geva batar til tey lægst løntu

Undanfarna samgonga valdi at geva eina skattalækking til tey hægst løntu í samfelagnum. Við flatskattinum hjá undanfarnu samgongu fingu tey hægst løntu á leið 6.000 krónur meira um mánaðin. Hetta sóu vit aftur í øktari bila- og flogferðasølu.

Núverandi samgonga hevur givið skattalækking til lág- og miðallønt. Omanfyri 28.000 skattgjaldarar hava fingið ágóðan av hesum. Hægstu lønirnar hava ikki fingið skattalækking, men heldur ikki skattahækking. Júst sum vit lovaðu undan valinum.

Tá skattalækking verður veitt lág- og miðalløntum koma pengarnir í umfar í samfelagnum. Familjan, sum áður hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman, hevur í dag meira at umvæla húsini fyri ella meira at keypa mjólk, breyð og kavadraktir fyri. Hetta setir gongd á vinnulívið í landinum, og hetta sæst eisini aftur í landskassanum. Skattainntøkurnar, MVG inntøkurnar og avgjaldsinntøkurnar eru vaksnar munandi síðan skattalækkingin varð veitt lág- og miðalløntum. Tí er hetta ikki bara gott fyri einstøku familjurnar, men eisini fyri búskapin og alt samfelagið.

Vit hava fingið eitt javnari samfelag. Tøl frá Hagstovuni vísa, at longu í 2016 minkaði ójavnin í samfelagnum munandi. Men vit eru ikki komin á mál, og enn eru avbjóðingar eftir at loysa. Vit hava tørv á fleiri og bíligari bústøðum, enn eru fólk í fátækraváða og ov stórur munur er á økjunum í landinum. Tí vilja vit framhaldandi virka fyri samfelagnum fyri øll.

Stakur uppihaldari við eini arbeiðsmannainntøku (22.400 kr./mðr.) og tveimum smábørnum

Skattalækking + 6.500 kr./árið
Familjuískoyti + 5.500 kr./árið
Hægri barnafrádráttur + 5.400 kr./árið
Munur + 17.400 kr./árið

Par við tveimum arbeiðsmannainntøkum (44.800 kr./mðr.) og tveimum smábørnum

Skattalækking + 13.000 kr./árið
Hægri barnafrádráttur + 5.400 kr./árið
Munur + 18.400 kr./árið

Lesandi stakur uppihaldari við tveimum smábørnum

Hækking í lestrarstuðli + 14.255 kr./árið
Familjuískoyti + 23.000 kr./árið
Munur + 37.255 kr./árið

Giftur pensjónistur, sum bara hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta (frá januar 2019)

Hægri ársinntøka + 30.000 kr./árið
Skattur og avgjøld - 11.947 kr./árið
Munur + 18.053 kr./árið