Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

So kemur Musikkskúlin endiliga

2014-05-24 05:53

Eitt av mínum hjartamálum, tá eg stillaði upp til seinasta býráðsval var at fáa bygt nýggjan musikkskúla, og tí gleðist eg um, at eg var við til at seta gongd á byggingina, tá vit í býráðnum í hóskvøldið settu byggingina í gongd.

Eg eri í Musikkskúlanevndini og havi tí fylgt málinum tætt, og verið við til at tryggja, at skúlin nú verður bygdur. I løtuni eri eg í býráðnum og havi tí eisini verið við í samtyktini.

Nógv verður kjakast um staðsetingina, og eg skilji væl, at fólk eru ónøgd við, at skúlin ikki verður bygdur í Sortudíki. Men eg havi verið við til at flutt skúlan, og orsøkin er sera einføld. Undirtøka er ikki fyri at byggja skúlan í Sortudíki. Óvissan kring lendi ger, at býráðslimir krevja trygd, ið eingin vil veita. Eisini eru býráðslimir, sum meta, at Musikkskúlin ikki hóskar seg saman við tí flotta Norðurlandahúsinum.

Eg veit, at ein nýggjur musikkskúli er átroðkandi fyri teir nógvu næmingarnar og lærararnar, sum hava alt ov vánaligar karmar, fyri ikki at tosa um tey fleiri túsund, ið eru á bíðilista. Tá valið stóð ímillum, at seinka byggingina í kanska fleiri ár og at velja eitt stað, ið semja var um, og sum longu er planera, so valdi eg at vera við til at flyta skúlan út á Landavegin.

Hetta er besta loysnin fyri at fáa skúlan upp sum skjótast, og gera at lærarar og næmingar fáa teir karmar, sum tey hava uppiborið.

Nú kemur Musikkskúlin, lat okkum øll hava opið sinn og gleðast um, at henda loysnin er tann skjótasta, tí hesin skúli skuldi langt síðan verið bygdur.

Vinarliga
Runi Djurhuus
Varabýraðslimur