Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Snilt Jørgen, men ikki rætt.

2013-07-16 22:37

Eitt partafelag kann ikki byggja og reka ein Sandoyartunnil. Eitt partafelag skal, sambært partafelagslógini, hava vinnuligt endamál og ikki hava til endamáls, at "pynta um úrslitið á fíggjarlógini”.

Hetta fekk løgtingið at vita í einum skrivi frá fíggjarmálaráðnum longu í 2005, í sambandi við at landsstýrið ætlaði at eitt partafelag skuldi byggja og reka Hovstunnilin.

Atli Leo, fyrrverandi aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum, skrivar m.a. soleiðis í 2005 : ... ávarað verður ímóti at leggja íløgur uttanfyri fíggjarlógina við at nýta grunnar ella tílíka ivasama partafelagsskipan, sum hevur til endamáls at "pynta um úrslitið á fíggjarlógini".

Táverandi landsgrannskoðarin vísti í sama viðfangi á sama vanda.

Málið um at stovna partafelag til at byggja og reka Hovstunnilin (tingmál nr 38/2005) var eftir hetta tikið aftur og lagt fram aftur sum verkslagslóg á fíggjarlógini, sum eisini er tað einasta rætta at gera.

Eftir øllum at døma, hevur fíggjarmálaráðið nú broytt hugsan og mær lystir at vita hví. Ongin ivi eigur at verða um, at verkætlanin “Sandoyarstunnilin”, har tað almenna, umframt at eiga allan partapeningin, eisini skal gjalda næstan allan raksturin, ikki lýkur treytirnar um vinnuligt virksemi í partafelagslógini.

Eg haldi ikki, at tað sømir seg innlendismálaráðum og fíggjarmálaráðnum at samstarva um at misbrúka endamálið í partafelagslógini og soleiðis manipulera við fíggjarviðurskiftum landsins.

Tá ið “Sandoyarstunnilin” skal gerast og rekast, má hann á fíggjarlógina. Alt annað er skeivt, fyri ikki at taka dýrari til.

Vinarliga

Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn