Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sniðálop á Skálafjarðartunnilsverkætlanina!

2013-09-22 21:31

Ein arbeiðsbólkur, við Landsverk á odda, fremur nú eitt satt bakbit við eini stabbabrúgv, kallar Alfred Olsen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, í hesum lesarabrævinum, seinasta uppskotið um loysn av tunnilsmálinum. .

Samtykt tunnilsloysn

Eftir at Føroya Løgting fleiri ferðir hevur samtykt og harvið staðfest, at Skálafjarðar-tunnilin skal gerast við eini linjuføring, ið inniheldur eina rundkoyring, so fremur ein arbeiðsbólkur, við Landsverk á odda, nú eitt satt bakbit við eini stabbabrúgv. Hetta verður gjørt móti Skálafjørðinum, sum tann nattúruhavn fjørðurin er, umframt, at hetta er ímóti teimum ætlanum um útbygging í økinum og viljanum hjá kommununum við fjørðin.

Tí sjálvt um arbeiðsbólkurin ikki hevði fingið boð um at viðgera nakra nýggja linjuføring ella brúgvaloysn, men at greina møguleikan við eini almennari-, einari almennari/privatari ella eini privatari loysn, so mælir arbeiðsbólkurin í sínum tilmæli nú til eina nýggja loysn, har tunnilin skal gerast frá Streymoyarlandinum og koma upp á Strondum og síðani at gera eina brúgv tvørtur um Skálafjørðin.

Tað, sum alla tíðina hevur verið grundarlagið fyri tunnilsloysnini og sum langt síðan er avgjørt, er, at gjørdur verður ein portalur á eystara og ein á vestara armi á Skálafjørðinum við eini rundkoyring undir Skálafjørðinum og harfrá koma upp í einum portali suðuri á Sundi. Hetta mælti hægsta serfrøðin innan tunnilsøkið til, sum tann besta og mest gagnliga linjuføringin.

Sniðálop á Skálafjørðarøkið

Landsverk eigur ongan part í hugskotinum í tí frálíku Skálafjarðartunnilsverkætlanini og hevur heldur ikki gjørt kjarnuboringar, onga prosjektering, ongar ferðsluanalysur o.a., men hevur heldur lagt fótonglar fyri verkætlanini, sum eitt privat felag hevur brúkt uml. 18 mió. kr. uppá at fyrireika – hetta til sjálvt projektið, til kjarnuboringarnar, útvegan av ferðslutølum og ferðsluanalysir, til kanningar av linjuføringum, til framløgur av verkætlanini og til tann upplýsandi gjøgnumkoyringsfilmin, sum vit oftani síggja í Sjónvarpinum

Hetta hevur privata felagið gjørt - og tað arbeiðið, sum Landsverk hevur gjørt fyri felagið, hava teir fingið pengar fyri. So tá Landsverk sigur, at nýggja linjuføringin og brúgv tvørturum Skálafjørðin er 200 mió. kr. bíligari enn samtykta linjuføringin, so loyvi eg mær at seta eitt stórt spurnartekin við hesi tøl, tí mær vitandi hevur Landsverk ikki gjørt tær neyðugu forkanningarnar, neyðugu kjarnuboringar, neyðugu projekteringina o.a.

Eg fái meg ikki at trúgva, at Landsverk bara tekur kanningarnar sum P/F Skálafjarðar-tunnilin hevur gjørt, tí tað er mær vitandi ólógligt.

Tað er heldur ikki skynsamt at spara í byggikostnaði uppá eina verkætlan, sum kostar umleið eina milliard og samstundis minka munandi um nyttuvirðið av íløguni, og sum eisini fær aðrar varandi negativar avleiðingar fyri menningina í økinum. Fyriliggjandi verkætlan og linjuføringar av Skálafjarðartunlinum eru gjørdar fyri at skapa størst møguligt nyttuvirðið og fyri at framtíðartryggja menngingina í økinum.

Skálafjørðurin sum oljuhavn

So, um somu tíð, sum Skálafjørðurin ger seg kláran til komandi oljuboringar við Føroyar, arbeiða limir í aðalráðum og Landsverk suðuri í Tórshavn seriøst við ætlanum um at blokera Skálafjørðin, við at mæla til at seta eina stabbabrúgv niður á Skálafjørðinum. Eitt byggjarí, sum kemur at forða fyri eini komandi menning inni á Skálafjørðinum, innan oljuvinnuna, ferðavinnuna o.a.

Ein forðing fyri menning

Líka so íðin sum eg havi verið og eri fyri, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur skjótast gjørligt eftir tí linjuføring, sum Føroya Løgting hevur samtykt, líka so nógv eri eg ímóti at ein stabbabrúgv verður gjørd um Skálafjørðin..... so eg takið als ikki undir við hesum.

Loysnin sum arbeiðsbólkurin mælir til, vil forða fyri framtíðar skipaferðsluni inn og út av Skálafjørðinum, og tá eg hoyrdi tilmæli frá bólkinum á samgongufundinum, boðaði eg beinanvegin frá, at eg var ímóti hesi loysnini og kom ikki at taka undir við eini brúgv, sum forðar fyri framtíðar menningini við Skálafjørðin, ið er Føroya størsta og besta nattúruhavn.

Henda royndin at forða fyri menningini á Skálafjørðinum hevur staðið uppá í mong ár og er so dominerandi, at sjálvt um arbeiðsbólkurin ikki er biðin um tað, so koma teir við hesum brúgvaprojektinum álíkavæl – ein verkætlan, sum víkur frá tí linjuføring, sum Føroya Løgting hevur samtykt.

Nýggj verkætlan og brot á løgtingssamtykt

Fyriliggjandi uppskot frá arbeiðsbólkinum er ein nýggj verkætlan og brot á løgtingsins samtykt um linjuføring. Við hesum uppskotinum frá arbeiðsbólkinum er verkætlanin við at fara fullkomuliga av sporinum í allar mátar og er komin í eina veruliga kreppu.

Tað, sum skuldi kannast, er ikki innihaldið í verkætlanini, men hvussu fyriliggjandi verkætlan kann gjøgnumførast, tvs. undir hvørjum felagformi og hvussu fíggingin kann strukturerast og útvegast.

Tí eigur at vera sæð burtur frá uppskotinum um brúgvaloysn, og vit skulu beinanvegin fara undir at fastleggja, undir hvørjum partafelagsformi og hvussu fíggingin skal verða til ger av Eysturoyartunlinum, við tí samtyktu linjuføringini, ið er fastløgd, so arbeiðið kann byrja so skjótt sum gjørligt.

Alfred Olsen

Tingmaður hjá Sambandsflokkinum