Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Snakk, snakk og eingi úrslit

2015-04-16 18:15

Fólkatingsarbeiðið snýr seg um at útvikla ríkisfelagsskapin, verja og menna rættindi hjá føroyingum – og skapa ítøkilig úrslit fyri Føroyar

Fyrrverandi løgtingslimurin, Annita á Fríðriksmørk, vil sleppa í Fólkatingið og er farin í valstríð, og í lesarabrævið hevur hon hetta uppáhald:

Tað eru sjálvsstýrisrøddirnar, sum tey (í Fólkatinginum, mín viðm.) virða, og sum tey lurta eftir og skilja og enntá eru samd við”.

Øll, sum hava fylgt bara eitt lítið sindur við, vita, at hetta er heit luft.

Stórt upptak eftir Norðuratlantsbólkin

Eingin virðing stendur um tey, sum einans finnast at og skuldseta onnur fyri imperialismu, valdsmisnýtslu og líknandi. Í Fólkatinginum lurtar eingin eftir slíkum.

Stevnumiðið hjá sonevnda Norðuratlantsbólkinum og Tjóðveldi á Christiansborg var at avspora góða samstarvið í Ríkisfelagsskapinum.

Av somu orsøk hevur upptakið verið stórt.

Uppgávan hevur verið at normaliserað viðurskiftini millum Fólkatingið og Føroyar og at geva starvsfeløgum á Christiansborg eina rættvísandi og avbalanseraða mynd av Føroyum og tí, sum rørist í føroyskum politikki og millum føroyingar.

Hetta hevur hepnast hampiliga væl.

Nú, nøkur ár eru fráliðin, er aftur ein virðiligur tóni í orðaskiftinum um Føroyar og Grønland í fólkatingssalinum og í fólkatingsnevndum. Limir úr flestum flokkum halda seg framat í orðaskiftum, nevndarfundum og samráðum, og tey koma við sínum hugsanum, spurningum og kritikki.

Nú verða tey ikki hartað og skuldsett fyri líkt og ólíkt.

Hóvligt samstarv í hásæti

Arbeiðið í Fólkatinginum snýr seg í stóran mun um at verja og styrkja øll tey virðismiklu rættindini, sum hvør einstakur føroyingur eigur við sínum ríkisborgaraskapi.

Rættindi eru jú ikki statisk, og tey liva ikki sítt egna friðarliga lív í onkrari almennari skipan. Nei, rættindi skulu vinnast og verjast hvønn dag.

Minst til, at tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at føroyingar hava atgongd til allar tænastur ríkisins allastaðni í heiminum.

Eingin náttúrulóg ásetur, at Føroyar kunnu njóta gott av ríkisins trúvirði og kredittvirði.

Eingin automatikkur ger, at ríkið heldur hondini undir uppsparingini hjá hvørjum einstøkum føroyingi í føroyskum bankum.

Ikki var tað fyri okkara bláu eygu skyld, at Danmark tók um endan og loftaði Eik Banka – og harvið bjargaði Føroyum búskaparliga – eftir at leiðsla bankans hevði stýrt bankan út á sjógv.

Ungir føroyingar fáa ikki ókeypis atgongd til danskar lærustovnar, frían útbúgvingarstuðul, R-frádrátt og útbúgvingarlán, bara tí at soleiðis plagar tað at vera.

Tað populera reyða ES-passið, sum 80 % av føroyingum brúka – og sum sjálvt meira enn sætti hvør tjóðveldisveljari ferðast við kring allan heim – kann ikki trekkjast úr einari automat á Vaglinum í Havn.

Nei, hetta eru alt vunnin rættindi – ríkisborgararættindi – ið skulu verjast, m.a. við tí framsókna arbeiðinum hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg.

Úrslit telja

Góði vinmaður og starvsfelagið mín, Svend Auken, sáli, skrivaði einaferð hesi klóku orð:

“Politik er resultater. Resultaterne er vigtigere end alt andet. Det er med dem, man forandrer og sætter sit præg. Resultaterne er politikkens livsnerve”.

Svend Auken hevur rætt, og fyri Sambandsflokkin á Christiansborg er galdandi, at t að skal síggjast, hoyrast, merkjast – og eg mundi sagt smakkast – at politisk úrslit koma burtur úr arbeiðinum.

Ein long røð av góðum og konkretum úrslitum eru komin burturúr. Her eru nøkur av teimum:

  • Fólkatingssamtykt um at taka burtur markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum
  • 10 mió. kr. úr Aage V. Jensen Charity Foundation til Náttúrulundina við Streymin
  • 18 mió. kr. úr Fólkatinginum til Saltsiloina á Drelnesi
  • 20 mió. kr. úr A.P. Møller-grunninum til Saltsiloina á Drelnesi
  • 10 mió. kr. úr Fólkatinginum til gransking á Havstovuni
  • Stórur skattafrádráttur (R-frádrátturin) til lesandi føroyingar í Danmark
  • Barnapengar við afturvirkandi megi til føroyingar í Danmark
  • Danmarks Radio skal frameftir gera meira burtur úr Føroyum og føroyskum evnum
  • Analysa, ið vísir, at útflutningsvirði Føroya kann – í minsta lagi – tvífaldast við betri atgongd til ES-marknaðin
  • Og annað mangt

Sonevndi Norðuratlantsbólkurin og Tjóðveldi hava til sammetingar lítið og einki at vísa á - kanska burtursæð frá pjesum og tílíkum.

Pínlig løta í salinum

Tá ið Annita á Friðriksmørk sigur, at virðing stendur um sjálvstýrisrøddir í Fólkatinginum, kemur mær til hugs eina hina mest pínligu løtuna, sum hevur verið í fólkatingssalinum.

Hetta var tann 10. oktober 2008, ið var dagurin, tá ið vit í Fólkatinginum samtyktu fyrsta bankapakkan. Bankapakkarnir endaðu sum kunnugt við at bjarga uppsparingini hjá øllum kundum í kollsiglda Eik Banka.

Henda sama dag var Annita á Fríðriksmørk avloysari í Fólkatinginum, og hvat gjørdi hon?

Jú hon fór á røðarapallin við skuldsetingum um, at búskaparligar hóttanir úr Danmark eru við til at forða fyri fullveldinum!

Øll, sum vóru vitni til hesa pínligu útsøgn, høvdu hug at grava tærnar niður í gólvpláturnar.

Hetta er eyðkent fyri sjálvstýrisrøddirnar: nógv misskilt snakk og eingi úrslit fyri Føroya fólk.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin