Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Smáu vinnuvirkini skulu hava betri umstøður

2020-11-09 08:23

 Smærri vinnufyritøkur í Tórshavnar kommunu skulu eisini tíma at vera her, og tí skulu vit gera eina ætlan fyri smávirkir, sum m.a. gevur teimum betri hølisumstøður

 

Tað finnast nógvar smáar fyritøkur í høvuðsstaðnum, og tær skulu framhaldandi tíma at búgva her.

 

Vit eiga at vísa smávirkjunum serlig atlit, tí møguleikarnir at skapa góðar arbeiðsumstøður eru ikki líka góðir sum hjá stóru fyritøkunum. Ein ætlan eigur at leggjast fyri henda partin av vinnulívinum í høvuðsstaðnum.

 

Eg hugsi her serliga um eina loysn við góðum hølum, har smáu virkini hava møguleika at leiga fyri sámiligan prís. Stórar vinnufyritøkur ella íleggjarar kundu t.d. syrgt fyri at bygt hølini á hóskandi grundstykki, sum kommunan útvegar.

 

Talan kann bæði vera um smærri verkstaðsmøguleikar, goymsluhøli og skrivstovuhøli. Smáu fyritøkurnar kunnu leiga hesi høli frá íleggjarum ella stórum virkjum, sum eru sinnað at gera íløgur í slíkt útleiguvirksemi á hóskandi stykki, sum kommunan letur fyri rímiligan kostnað.

 

Hetta er eitt model, sum vit kenna frá grannalondunum, har roynt verður at skapa smáum fyritøkum góðar umstøður fyri virksemi og vøkstri.

 

Eg fari at skjóta upp eina ætlan fyri smávirkini, um eg verði valdur aftur í býráðið á valinum 10. november.

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin