Slutt við køvandi bústaðarprísum

2012-10-29 17:56

Vil eitt húski seta búgv í Tórshavnar kommunu, má tað seta seg fyri eina skuld uppá 2-3 milliónir. Hetta er sera nógvur peningur, og húskið má stríðast stóran part av lívinum fyri at rinda peningin aftur. Tað er snøgt sagt ikki inniverandi fyri skuld, og foreldur verða tvingað at vera fráverandi frá sínari familju fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Hetta kann og skal kommunan gera nakað við!

- grundstykkjaprísurin má lækkast
- farast má undir alternativa íbúðarbygging
- grundøkir skulu latast til prísfornuftigar lutaíbúðir
- Kommunuskúlin eigur at verða umbygdur til lestraríbúðir

Umframt at givið húskjum betri møguleikar, hevði hetta eisini verið við til at steðga fráflytingini til útlond, so hetta álvarsmál má á breddan sum skjótast.

Havnin eigur at vera ein magnet, sum dregur ungar familjur til sín, og ikki sum nú, har fólk í besta aldri flýggja um háls og herðar.

Hesum vil eg arbeiða fyri!

Fróði Ó Olsen, valevni á lista A.