Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Slow-ferðavinna

2015-08-16 04:29

Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla.

Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær. Neiligu sporini eftir ferðafólkunum muga verða so fá sum gjørligt, og bygdarfólkið skal ikki órógvast ov nógv.

Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska verða í hásæti. Vit í Javnaðarflokkinum vilja geva ferðavinnuni røttu karmarnir at virka skilabest fyri at fáa eina burðardygga ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið.


Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins

Fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com