Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Katrin Joensen

Skulu vitleysu sethúsasølurnar halda fram?

2015-02-04 17:39

Til Jóhan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum.

Sum landsstýrismaður í vinnumálum varðar tú av tryggingarviðurskiftum í Føroyum, og harvið eisini manglandi ognarskiftistryggingum.

Sum sethúsakeypari kom eg í kaotiska støðu, tá eg keypti eini hús við umfatandi goymdum skaða í 2012, - tí ongin ognarskiftistrygging er í Føroyum. 

Brúkaraverndarlógin kom annars í gildi í 2011, men hevur verið óbrúkilig, tí kunngerðin um tryggingarfulnað fyri ognarskiftistryggingar manglaði.

Kunngerðin kom so 27. aug. í fjør við tí endamálið at fáa ognarskiftistrygging á marknaðin.

Í Vinnumálaráðanum hava tit tó við kunngerðini valt ikki at dekka el, vvs og sopp, - tvs. dýrastu útreiðslurnar av goymdum skaða.

Komandi ognarskiftistryggingin verður tí til lítla nyttu, um hon bert dekkar goymdar skaðar, sum eru lutfalsliga bíligir at gera í stand.

Sostatt er veruleikin enn tann, at tá tilboð um ognarskiftistrygging fer at koma á marknaðin, eru vit føroyingar í akkurát líka stórum vanda fyri at koma serstakliga illa fyri fíggjarliga av goymdum skaða, sum vit altíð hava verið.

At keypa sethús í Føroyum er tí enn sum at spæla russiska roulette, - og ábyrgdin er tín, Jóhan Dahl!

Brúkararvernd uttanlands
Í londunum rundan um okkum er økið regulerað við lóg, og Hægstirættur vísur í U20102986/2H á endamálið við lóg um brúkarvernd: "Som det fremgår af bemærkningerne til forslaget til lov om forbrugerbeskyttelse ved erhvervelse af fast ejendom m.v., har det været hensigten med lovens regler om modtagelse af tilstandsrapport og oplysning om ejerskifteforsikring at etablere en retstilstand, hvorefter aftaler om køb af fast ejendom kun undtagelsesvis skal kunne give anledning til, at køberen - eller andre, som må anses for indtrådt i køberens krav - kan fremsætte et krav mod sælgeren begrundet i en bygnings fysiske tilstand.”

Við lógarsmíð eigur útgangsstøðið altíð at verða at tryggja sær, at endamálið verður nátt.

Endamálið er væl lýst í viðmerkingunum hjá Hægstarætti, nevniliga at veita eina rættarstøðu sum tryggjar bæði keypara og seljara. Men Vinnumálaráðið hevur valt ikki at uppfylla endamálið, tí tit ikki vilja veita eitt lógargrundarlag sum tryggjar nóg umfatandi við sethúsakeyp.

Tað lógararbeiðið tit hava gjørt í ráðnum er tí als ikki nøktandi! 


Hví ikki veita føroyingum eina brúkbara loysn?
Hvør er orsøkin til ikki at veita okkum føroyingum eina brúkbara loysn, eins og í øðrum londum?

Tað kann neyvan verða manglandi byggilóggáva, tí í Danmark ber til at fáa veitt sær ognarskiftistrygging við keyp av gomlum húsum, bygd innan byggilóggáva gjørdist veruleiki. Tí letur tað seg sjálvsagt eisini gera í Føroyum.

Orsøkin kann heldur ikki verða, at føroysk sethús eru verri fyri viðv. soppi enn sethús í øðrum londum. Ein serfrøðingur á økinum segði í Sosialinum tann 8. sept. 2014, at vit í Føroyum faktiskt eru betri fyri enn aðrastaðnis orsakað av luftfugtigheit og veðurlagi.

So hvør er orsøkin til at Vinnumálaráðið ikki vil veita føroyingum eina fullfíggjaða ognarskiftistrygging? 


Okkara støða, orsakað av manglandi ognarskiftistrygging
Tá man, sum í okkara føri, kemur í hóslag við fyrrverandi eigarar sum ikki viðurkenna sína ábyrgd, tó skaðin uttan iva er uppstaðin í teirra tíð í húsinum, so setur tað nýggju eigararnar í eina fullkomiliga kaotiska støðu.

Vit liva nú á triðja ári við ógvusligu avleiðingunum av einum trupulleika, sum ein onnur familja upprunaliga eigur, - tí økið ikki er lógarregulera.

Vit gjørdu annars alt vit kundu frammanundan, fyri ikki at enda í støðuni: vit bóðu um bústaðarlýsingina, sum vísti, at húsini høvdu eina góða søgu og ongan skaða hvørki høvdu ella høvdu havt. Ein bústaðarlýsing, sum síðani vísti seg at verða serstakliga langt frá veruleikanum, nú sýnsmaður hevur staðfest, at húsini hava goymdan skaða fyri næstan hálva millión.

Vit høvdu fakfólk við at hyggja eftir húsinum, og tíverri var veðrið gott hendan dagin, so ongin fekk mistanka um skaða millum skins og hold. Goymdur skaði er ....logiskt nokk...goymdur!

Faktum er, at ein í flestu førum skal hava búð í einum húsi fyri at fáa mistanka, at goymdur skaði er. Sum húsaeigari kemur tú jú at kenna tíni hús væl við árunum og gerst tí skjótt tilvitaður um, at eitthvørt ikki er sum tað eigur at vera. Ikki tí, - í okkara føri var tað als ikki neyðugt, tí yvirtøkudagin var vindur og regn, og ættin lá soleiðis, at soppaskaðin avdúkaði seg sjálvan umgangandi.

Í Føroyum er ikki óvanligt í slíkari støðu, at fyrri eigari tekur annaðhvørt fulla fíggjarliga ábyrgd ella tekur húsini aftur, netup tí ongin ognarskiftistrygging finnist, og støðan ikki skal ganga útyvir tey sum ótilvita eru komin í hana. Men so er ikki í okkara føri.

Tá nú fyrru húsaeigarar ikki hevur ætlanir um at taka ábyrgd av skaðanum, hevði ein ognarskiftistrygging, sum tryggjar móti soppi eins og tann í Danmark viðført, at vit langt síðani vóru komin úr aftur hesi kaotisku støðu. Men uttan fullfíggjaða oganrskiftistrygging hava vit og onnur við okkum ikki annan møguleika enn at fara í rættin við slíkum máli. Tað er tó ikki gongd leið! At verða í hondunum á tryggingarfelagið, sýnsmonnum og advokatum nú vit fara inn í triðja árið av hesum málinum uttan at vera komin stórt víðari hevur viðført, at vit nú eru útlúgvað.

Avleiðingar av longu málsviðgerðartíðini
Øll vita vit, at ósemjur sum viðføra rættarmál kunnu taka ár, og hetta málið hevur nú tikið so langa tíð, at vit hava ikki fíggjarligan møguleika at flyta inn aftur í húsini, tá tey eru sett í stand, - um enn vit vildu.

Hetta tí vit tóku 5 ára danskt skoðalán, fyri at gjalda 2. veðrætt niður skjótast, eins og so nógv onnur, ið ynskja sær skipaði fíggjarviðurskifti. Vit hava tó verið tvungin til at steðga láninum, tí vit aftur mugu leiga, og samstundis gjalda lánsrentur umframt umfatandi eykaútreiðslur av sethúsinum við goymda skaðanum. Eyðsæð er, at slík áhaldandi meirútreiðsla koppar einari fíggjarætlan, óansæð hvussu skilagóð hon sá út innan keypið.

Verandi støða førir við sær, at tá vit koma til ár 5 av lánstíðini og danska lánið fellur til gjaldingar, mangla vit enn at gjalda fyri hesi árini við óætlaðu meirútreiðslunum orsakað av verandi støðu. Vit fara tískil at fáa tvey dýr lán samstundis, og tí er longu greitt, at vit hava ikki møguleika at fíggja húsini framyvir.

Avleiðingarnar fyri okkum sum familju hava longu verið umfatandi, bæði fíggjarliga, heilsuliga og persónliga. Húsini mugu nú seljast við skaðanum, og vit hava útlit til stórtap. Verandi støðan fer tí ivaleyst at merkja okkum fíggjarliga restina av lívinum.

Eg fari tí ikki at viðmæla øðrum, sum koma í okkara støðu, at fara rættarvegin. Tað er ikki gongd leið at fara, netup tí málsviðgerðartíðin er so long, og avleiðingarnar tí eru væl meir umfatandi enn neyðugt.
Alternativið er ósakligar sethúsasølur, har sethúsaeigarar fyri at sleppa burturúr trupulleikanum við umfatandi goymdum skaða selja víðari og eftirfylgjandi goyma seg aftanfyri “Eg visti ikki av”, - ein avgerð ið setur næstu eigarar í katastrofala støðu. Tað er jú neyvan av tilvild at næsti eigari sum regul beinanvegin finnur fram til størri goymdan skaðan.

Soleiðis gongur tað fyri seg í Føroyum- enntá við sokallaðum professionellum meklarafyritøkum sum millumlið. Fullkomuliga vitleysar sethúsasølur fara fram, ið fíggjarliga gera av við erligar familjur, ið velja rættarvegin fyri at fáa staðfest ábyrgd, tí samfelagið ikki tryggjar sethúsakeyparar í neyðugan mun.

Vit hava 4 børn at taka atlit til, ongi útlit til at málið fíggjarliga fær nakran enda, og vit orka ikki meira!
So hvussu ætlar tú sum evsti ábyrgdarhavandi av tryggingarviðurskiftum at hjálpa okkum úr hesi støðu Jóhan Dahl? Og hvat ætlar tú at gera fyri at aðrir borgarar ikki skulu koma í okkara støðu?

Skulu hesar vitleysu sethúsasølurnar halda fram - við tær sum ábyrgdarhavandi landsstýrismanni?

Katrin Joensen
4. februar 2015.