Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu vit oyða grágásina enn einaferð?

2013-07-04 22:50

Fyrr í vikuni kærdi sýslumaðurin í Sandoy sína neyð, tí hann fekk so nógvar fyrispurningar frá fólki um at sleppa at skjóta gæs.

Nú úttalar Búnaðarstovan seg somuleiðis um, at landið, orsaka av grágás og brandgás, missir milliónir av krónum, tí at hesin fuglurin etur og skítir ov nógv. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit føroyingar hava lyndi til at liva frá hondini í munnin.

Tey sum kenna eitt lítið sindur til søguna, vita, at vit føroyingar einaferð fyrr hava klaga somikið nógv um grágásina, at vit oyddu hana. At grágásin av Guds náði er byrjað at reiðrast aftur í Føroyum átti vit at verið takksom fyri, men tvørturímóti tykist tað sum at vit ynskja at oyða hana enn einaferð.

Tað eru eftir mínum tykki 3 atlit sum eiga at verða tikin.

1. Gransking eigur at verða gjørd, sum kann staðfesta skaða og fyrimun við grágás í mun til tann landbúnaðar- og náttúru politikk vit (møguliga?) hava í Føroyum

2. Samstarv eigur at verða gjørt við okkara grannalond um veiðu av villgás, av tí hon ikki er okkara alt árið. Tað sum vit gera í Føroyum hevur eisini ávirkan aðrastaðni. Tilmæli frá Búnaðarstovuni um, at bóndir skulu ótálmað sleppa at skjóta gæs eisini í reiðringini, stríðir beinleiðis ímóti okkara altjóða plikt úr sáttmálanum um flytifugl.

3. Tað kann bert verða gransking og ikki matarlystur ella pengar, sum liggur sum grundarlag fyri, hvussu nógv man kann loyva sær at skjóta, og hetta má so verða umsitið á ein ábyrgdarfullan hátt, har atlit verður tikið til, hvussu stórur stovnurin er í Føroyum , og hvussu nógv hann tolir at blíva veiddur.

Søgan lærir okkum, at tað er sera skjótt og lætt at oyða grágásina í Føroyum - um tað er tað vit vilja. Ein orsøk til hetta er, at vit hava onga veiðuumsiting í Føroyum. Hetta sæst eisini aftur í rovdriftini eftir náta, sum ongin hevur eftirlit við. Ein veiðuumsiting er neyðug, um vit skulu veiða villgæs á ein ábyrgdarfullan hátt, so at stovnarnir ikki verða oyddir enn einaferð. Kanska hava almennu Føroyar ikki ráð at lata verða at fáa hetta í rættlag, um tað vísir seg - sum Búnaðarstovan ber fram - at bóndir missa virði fyri fleiri milliónir.

Mín ótti er vit taka tað peningaliga bíligastu loysnina, sum er oyðing av villgás í Føroyum. Við hesari loysini er kostnaðurin fyri náttúru og menniskju sjálvsagt nógv størri, men

eftir øllum at døma, telur tað ikki eins nógv og peningur hjá okkara politikarum.

Sum eitt sivilisera land haldi eg, at tað átti at verið aðrar loysnir enn at oyða og drepa alt sum gongur okkum nær.

Eg vil hervið heita á Búnaðarstovuna at heldur enn at appelera til almenningin ígjøgnum fjølmiðlarnar, at fara í eitt konstruktivt granskingarsamstarv har ein á skilabesta hátt finnir eina loysn fyri grágásina, sum bæði loyvir bóndrum og villgás at liva í Føroyum.

Búnaðarstovan hevur sjálvsagt áhugamál hjá landbúnaðinum nærmast at hjartað, men tað eru ikki bara bóndir sum liva í Føroyum. Og somuleiðis vildi mín áheitan til sýslumannin verið, at hann heldur brúkti sína orku uppá at eggja til at hildið núverandi lóg og eitt nú gjørdi nakað við ólógligu skerjingina av villgás í hansara sýslu, sum millum annað sæst á myndunum á viðkomandi grein á portalinum, og somuleiðis er nógv sum týðir uppá at nógv gás verður ólógliga skotin í Føroyum.