Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu vit droppa tað fríu pressuna?

2020-11-09 13:37

Fyri nógvum árum síðan fluttu samfeløg seg yvit ímóti spesialisering, so fólk hildu seg til at gera eitt slag av arbeiði, og harvið fáa dygdina og effektivitetin upp.

Tað er eisini galdandi her á landi.

Tey eru nøkur, sum bjóða seg fram at bera okkum tíðindi. Tey hava spesialiserað seg at flyta tíðindi. Og tað er gott. Tey læra at kenna allar tær røttu kanalirnar, og kunnu tí fáa nógv nýggj tíðindi fram.

Summi siga seg vera 4.statsvaldið. OK? Hvat merkir tað?

Tað merkir, at tey skulu ansa eftir hinum statvaldunum fyri okkum.

Hatta er snilt ha? So kunnu tey ansa eftir politikarunum, so teir ikki broyta vallyftini knappliga. Klaska eina lóg ígjøgnum uttan at nakar veit av tí, ella samtykkja okkurt annað, sum ikki tænir Føroya fólki.

Vit eru jú upptikin. Vit arbeiða við okkara sergrein.

Kvf verður stuðlað á fíggjarlógini, og hinir miðlarnir fáa eisini eitt sindur av stuðli.

Hvat geva vaktarhundarnir so okkum afturfyri?

Fótbólt, tónleik, barnatilfar, mentan, religión, lættisoppar, heimstíðindi, heimatíðindi, uttanríkispolitikk, landspolitikk, kommunupolitikk o.s.frv.

Fínasta slag. Men er nøkur dygd í tí, vit fáa? Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan at meta um, men eitt, sum eg haldi, ikki hevur nóg góða dygd, eru teir kritisku spurningarnir til verandi- og komandi politikarar.

1. Fyri nøkrum mánum síðani samtyktu nøkur av teimum á Tinhúsvegi 1, at allur fiskur undir Føroyum verður latin nøkrum fáum fólkum uttan nakrar treytir.

Viðm. Fólkatalið í heiminum veksur við ferð, og matur er, og verður ein tann týdningarmiklasta handilsvøran í framtíðini. Fiskastovnar um allan heim minka við ferð, og virði á fiskinum, sum er eftir, veksur samsvarandi. Vit snakka um nógvar nógvar milliardir yvir hvørji 15 ár.

Bleiv hetta pensla út fyri Føroya fólki? Bleiv tað grivið í hvør í veruleikanum eigur loyvini? Nei ha?

2. Í gamla Sjóvinnubankanum undir Kjallara í Havn situr ein maður og snikkar okkurt saman, so SEV kann liðast sundur.

Viðm. Elektrisitet er týdningarmiklasta handilsvøra í dag. Um streymurin fer nú, sita øll Føroya fólk køld og svong í kvøld! Vinnulívið, sum er gudurin hjá summum, bíðar ikki til í kvøld, men støðgar í sama sekundi!

Hvør vil hava SEV skilt sundur? Tí tað eru ikki allir politikarar.

Hvør fær ágóðan av at SEV verður skilt sundur?

Loysir tað seg hjá eigarunum og brúkarunum, sum er tann sami?

Hví tekur landið ræðið á SEV, tá kommunurnar eiga SEV? Hvat gera kommunurnar?

Hví fáa íslendarar (Magn) eitt av teimum heilt fáu økjunum vit hava til vindmyllur?

Eru tað milliardirnar í pkt.1, sum nú fylla so nógv, at tað er blivið ein trupulleiki hjá eigarunum?

3. Í morgin er kommunuval, og vit skulu atkvøða hvussu vit skulu brúka uml. 20% av okkara inntøku komandi 4 árini. Hetta svarar til inntøkuna ein dag um vikuna! Hvørja viku.

Viðm. Kvf hevur brúkt 3 tímar, skrivað tríggjar tímar uppá at spyrja valevnini, sum lova fyri milliardir og aftur milliardir.

Hvussu verður lutfallið , um vit hyggja at 20% av inntøkuni hjá øllum okkum við inntøkuna hjá KÍ, HB, NSÍ o.s.frv.

Hvussu verður lutfallið, um vit samanbera senditíðirnar, ella tær prentaðaðu síðurnar?

Mín síðsti spurningurin er tí:
Skal okkara samfelag ganga frá spesialiseringini aftur?

Guttormur í Skála