Skulu heilsurøktarar arbeiða á sjúkrahúsi?
2018-02-07 20:25
Eg sakni at
síggja Landssjúkrahúsið søkja eftir heilsurøktarum. Á Landssjúkrahúsinum eru
uml 850 starvsfólk, svarandi til 700 ársverk, býtt í 30 ymiskar starvsbólkar. Okkurt
um 20 av hesum ársverkum eru sett við heilsurøktarum. Tað, eg veit, arbeiða 5
heilsurøktarar á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum, og áleið 20
heilsurøktarar eru í starvi á Psykiatriska deplinum. Ikki kann sigast, at tað
er serliga nógv, men tað er heldur ikki løgið, tá ið tað næstan aldrin verður
søkt eftir heilsurøktarum til okkara heilsuverk. Heldur ikki, tá heilsurøktarar
við teimum gomlu útbúgvingunum fara frá fyri aldur, verður søkt eftir
heilsurøktarum fyri tey. Hetta er eitt óhugnaligt rák, vit hava upplivað
seinastu mongu árini, at ein heilsufakbólkur soleiðis verður ruddaður út úr
sjúkrahúsverkinum.
Tað sum eg standi
heilt óskiljandi yvirfyri er, at vit raðfesta heilsurøktarar á útbúgvingarliga
økinum við at bjóða útbúgvingina í Føroyum, men vit niðurraðfesta
heilsurøktarar á arbeiðsmarknaðinum, við ikki at søkja eftir heilsurøktarum til
størv, ið passa saman við teirra fakligu kompetansum. At
heilsurøktaraútbúgvingin hevur verið í Føroyum í 10 ár, kann ikki sigast at
vera annað enn ein greið ábending um, at hetta er eitt yrki, sum er
týdningarmikið og neyðugt í okkara samfelag. Heilsuverkið er ein partur av
útbúgvingini hjá heilsurøktarum, við tað, at ástøði og starvsvenjing á
sjúkrahúsi krevst fyri at kunna blíva heilsurøktari, tí tað er har, ein partur
av yrkisførleikanum liggur. Men tá heilsurøktarin stendur við prógvi í hond og
førleikum til at arbeiða við grundleggjandi sjúkrarøkt, sum autoriserað
heilsustarvsfólk, tá er tað ikki einum heilsurøktara, ið tørvur er á til seingjardeildirnar.
Tað vil siga, at sjúkrahúsverkið er við til at framleiða umleið 20
heilsurøktarar, hvørt ár, men vil, tá tað kemur til stykkis, ikki vita av síni
egnu úrtøku.
Skiljið tann, ið
skilja vil.
Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum