Skulu føroyingar gjalda fyri at ferðast í føroysku náttúruni?

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað eigur at vera hvørsmansrættur hjá føroyingum at ferðast í føroysku náttúruni. Tí hevur hon sett landsstýrismanninum við fiskivinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. 

Seinastu árini er áhugin fyri at ganga í føroysku náttúruni nógv øktur, og í dag ganga munandi fleiri fólk í fjøllum og haga enn fyrr. Hetta er ein góður vani, sum økir um lívsgóðskuna fyri nógv fólk, tí ein túrur í vøkru føroysku náttúruni er vælgerandi, bæði fyri likam og sál, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. 

Samstundis hava útlendingar av álvara fingið eyguni upp fyri okkara landi sum ferðamáli. Ferðavinnan er raðfest politiskt, Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at stimbra ferðavinnuvøksturin í Føroyum, og við ársbyrjan fór menningardeildin hjá Visit Faroe Islands eisini til verka. Landsstýrismaðurin við vinnumálum segði í tí sambandi, at við verandi vøkstri í ferðavinnuni kann hetta gerast ein berandi vinna undir okkara búskapi og skapa størv og inntøkur eisini í útjaðaranum. 

Seinastu tíðina hevur orðaskiftið um bæði vaksandi ferðavinnuna og um rættin til at ganga í náttúruni verið drúgt, og vit síggja í dag, at í fleiri økjum í landinum hava einstakir aktørar tikið málið í egnar hendur og krevja pening inn frá fólki, sum ferðast í náttúruni. Hetta hevur elvt til mikla ørkymlan, ikki minst hjá føroyingum, sum vanliga ferðast frítt í náttúruni. 

Samanstoyturin millum áhugamálini hjá ferðavinnuni og atgongdina til náttúruna krevur greiðar og gjøgnumskygdar reglur, so at fólk vita, hvat tey hava við at gera. Uttan eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit ferðast, og hvør kann ferðast í haga og fjøllum í Føroyum, kunnu vit vænta ein negativan vøkstur í vinnuni. Samstundis meti eg, at tað eigur at vera hvørsmansrættur hjá føroyingum at sleppa at ganga í haga og fjøllum, sigur Kristianna Winther Poulsen.