Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu fjølmiðlar rekast á burðardyggum grundarlag?

Er tað rætt, at sterk føroysk reiðarí gjalda fyri raksturin av kappingarneytum hjá Miðlahúsinum? Tað hjálpir so ikki upp á raksturin, sum – mótsætt Sosialinum – hevur givið milliónahall seinastu árini

Í grein á portal.fo, sum eisini er endurgivin á dimma.fo, rør blaðmaðurin fram undir, at fíggjarstøðan hjá Sosialinum er ivasom.

Dramatiska yvirskriftin er »Blunkandi ávaringarlampur hóast gott úrslit«.

Greinskrivarin endurgevur úr ársroknskapinum ymiskt, sum hann tó hevur misskilt. Hann sigur millum annað, at Sosialurin hevur eina millumrokning hjá atknýttum feløgum upp á 12,2 milliónir krónur. Tað er ikki rætt. Sambært roknskapinum eru millumrokningar fyri 8,5 milliónir krónur.

Inni í greinini skrivar hann tó, sum rætt er, at »roknskapurin hjá Sosialinum sjálvum sær annars heilsugóður út. Við einum bruttovinningi á 11 milliónir og 10,2 milliónum í starvsfólkaútreiðslum, var úrslitið í 2017 821.000 krónur, tá avskrivingar, fíggjarligar útreiðslur og skattur eru trektar frá.

Eginpeningurin í felagnum er 6,5 milliónir krónur, men har er eisini ein skuld á góðar 8 milliónir.«

Tað er heldur ikki rætt, at skuldin hjá Sosialinum er góðar 8 milliónir krónur. Bankaskuldin er sambært roknskapinum 5,8 milliónir krónur tann 31. januar í fjør. Árið fyri var eingin bankaskuld, men tað er tí, at skuld er flutt upp úr dóttirfelag. Viðmerkjast skal, at Sosialurin fyrr hevur sett av ímóti tapi í dóttirfelagnum góðar 2,8 milliónir krónur.

Onnur skuld, so sum komandi mvg-gjald, undangjøld frá kundum fyri haldaragjald o.a. eigur sjálvandi ikki at berast saman við bankaskuld.

Sp/F Sosialurin hevur ein solvens á 44% og ein vinning eftir skatt á 821.000 krónur.

So tann rætta søgan at siga er, at Sosialurin isolerað sæð hevur sunn roknskapartøl at vísa á, hóast nakað tyngt av skyldunum hjá atknýttu feløgunum.

Skulu vit bera saman føroyskar miðlafyritøkur, so kundu vit tikið nøkur lyklatøl hjá Sosialinum, Dimmalætting og Portalinum:

Hertil er at siga, at partaeigarar í P/F Miðlafelagnum, eru fólk, sum starvast í Miðlahúsinum. Einasta endamálið hjá P/F Miðlafelagnum er at eiga Sp/F Sosialin, sum gevur út Sosialin, Vikublaðið og in.fo.

Tað er Sp/F Sosialurin, sum er felagið, sum tjenar pengar, og tí er tað eisini hetta felagið, sum fíggjar virksemið hjá P/F Miðlafelagnum.

Einasti skrásetti partaeigari í Sp/F Knassum, sum rekur portal.fo er risastóra og sterka reiðaríið í Gøtu, P/F Varðin. Sambært Skráseting Føroya hevur endamálið hjá P/F Varðanum als einki við fjølmiðlar at gera:

»Endamál felagsins er keyp, søla, fiskivinna, fiskiídnaður, eiga fasta ogn, útleigan og aðra vinnu í hesum sambandi.«

Eru tað starvsfólk, sum standa aftan fyri raksturin av Miðlahúsinum, so er støðan ein heilt onnur hjá portal.fo. Tí eginpeningurin hjá eigaranum er 1.250.240.000 krónur. Hetta talið er so stórt, at vit heldur mugu skriva tað fult út: Ein milliard, 250 milliónir og 240 túsund krónur.

Tí er tað lagaligt hjá ríku gøtumonnunum at læna SP/F Knassum nógvar milliónir.

Sambært seinast kunngjørda ársroknskapi, so skylda Sp/F Knassar reiðarínum í Gøtu 4.594.666 milliónir krónur – umframt at reiðaríið hevur keypt partabrøv í felagnum til yvirkurs. Men tað hevur ikki so stóran týdning fyri raksturin, tí Sp/F Knassar rindar hvørki avdráttir ella rentur til reiðaríið í Gøtu. Og felagið skal heldur ikki næsta árið rinda reiðarunum í Gøtu pengar.

P/F Dimmalætting hevur eisini bara ein partaeigara, og tað er eisini eitt reiðarí, P/F Kimbil í Havn, hvørs endamál stutt og greitt er: »...at eiga og reka fiskiskip«.

P/F Kimbil er eisini eitt sterkt felag, um ikki so sterkt sum P/F Varðin í Gøtu. Eginpeningurin hjá P/F Kimbil er í seinasta ársroknskapi góðar 73 milliónir krónur.

Í seinast kunngjørda roknskapi hjá portal.fo skrivar grannskoðarin um »óvissa um framhaldandi rakstur (going concern) soleiðis:

»Allur partapeningur felagsins er mistur, og eginogn felagsins er negativ. Leiðslan er als ikki nøgd við gongdina og hevur bæði áðrenn og eftir statusdagin framt umfatandi tillagingar til tess at spara útreiðslur og effektivisera raksturin. Avtalur eru gjørdar við fíggjarstovnar og peningaognarar viðvíkjandi gjaldstreytum. Arbeitt verður eisini við at fáa avtalur við aðrar ognarar.

Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir væntað nettoavlop í komandi roknskaparári. Leiðslan væntar, at við verandi treytum frá ognarum felagsins, kann virksemið halda fram. Við støði í hesum verður ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.«

Sambært hesum, so skal ársroknskapurin fyri seinasta roknskaparár, 2017, geva yvirskot.

Hjá Dimmalætting er grannskoðarin eisini ivasamur um framtíð felagsins og skrivar soleiðis:

»Framtíðarútlit. Við roknskaparlok er gjaldførið ikki nøktandi, og tí eru týðandi óvissur um felagsins evni at halda fram við sínum virksemi. Arbeitt verður eisini við at umskipa rakstur felagsins soleiðis at betri samanhangur fæst í hendan. Fyritreytin fyri at hetta kann lata seg gera er, at móðurfelag felagsins er sinnað at fíggja virksemi felagsins. Móðurfelagið hevur givið til kennar, at tað er sinnað framhaldandi at lata verandi fígging til virksemi felagsins undir ávísum treytum, sum felagið væntar at lúka. Ársroknskapurin er tískil settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.«

Tað eru avbjóðingar við at reka fjølmiðlavinnu. Úrslitini hjá omanfyrinevndu fjølmiðlafyritøkum vísa tó, at tað hjálpir ikki upp á úrslitið at hava ríkar eigarar. Greinskrivarin kann saktans speireka Sosialin og tess eigarar fyri at kýta seg fyri at reka eina forrætning »á heilsugóðum grundarlag«, sum starvsfólkini sjálvi hava spent seg fyri fíggjarliga.

Úrslitini hjá Dimmalætting og portal.fo kunnu eisini benda á, at feløgini ikki verða rikin á burðardyggum grundarlag, tá leiðslan veit, at tey hava ein ríkan reiðara, sum rindar undirskotið.

Tað sum verri er, er at ríki reiðarin kanska skal hava okkurt afturfyri at rinda undirskotið. Fáa valdsharrar og kapitalurin valdið á fjølmiðlunum, tá er tað, at sjálvt endamálið við at vera ein miðil er í vanda.

Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri