Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skúlasamstarv - mobilir lærarar og kt-vørðir

2013-08-02 22:51

Nú bar Kringvarpið boð, at álitið, ið Tórshavnar kommuna bar fram, varð ikki góðkent av MMR, tí Mentamálaráðið hevði aðrar ætlanir. Vónandi verða MMR-ætlanir settar fram stundisliga, at ikki alt verður doyr í tíðarmangli.

Spennandi hevði verið at frætt frá avvarandi mynduleikum, um ætlanir eru at samskipa ymisk starvsøki. Eitt er at leggja skúlar saman og at lata skúlar aftur. Annað er at gagnnýta ymsu fakbólkarnar best møguligt.

Kaldbak, Velbastaður og Nólsoy hava samstarvað innan ymisk arbeiðsøkið og sigast kann, at hetta bæði er til gagns fyri fakligu avbjóðingarnar og til at byggja upp vinalag og samstarv. Eg meti at samstarv eisini kann byggjast upp millum størru skúlarnar, um hugur er til tað.

Skúlaleiðslurnar í Tórshavnar kommunu eru í samstarvi, ið kommunan skipar og somuleiðis verður samstarv komandi skúlár tikið upp aftur millum kt-vørðirnar í kommununi. Bókavørðir í kommununi hittast eisini javnan og eru hesi samskifti heilt víst við til at menna sterkt samstarv millum kommunalu skúlarnar – samstarv, ið tryggjar næmingunum góða skúlagongd.

Er talan um at útbyggja/skipað samstarvið, at lærarar skulu flyta millum skúlar at arbeiða inanna ávis arbeiðsøki, er alneyðugt at Mentamálaráðið tekur atlit til at tíðin at flyta seg millum skúlar, eisini eigur at verða tald við í arbeiðstíðini. Eg dugi ikki at siga hvussu ymsu faklærararnir fyrihalda seg til støðuna, meg eg ivist onga løtu í, at kt-vørðir fegnir vilja í samstarv og samstundis at fáa innlit í ymsu viðurskiftini skúlarnir hava.

Kanska verður talan um at leggja tímar og sertímar út í ”skúlaøki”, og á tann hátt at skipa samstarv sum best. Ein trupulleiki kann tá vera, at nýtt starv skal skipast í umsitingini, at stuðla undir øllum tí arbeiði fyrstalærarar, skúlaleiðarar og skúlastjórar gera.

Hetta kann vera ein roynd at skipa land okkara í øki, men eg vóni tó, at MMR hevur lært, at tað er munandi lættari at broyta skúlan, um MMR hevur leiðslurnar við í góðum samstarvi. MMR tørvar fleiri fólk, ið hava ábyrgd av fólkaskúlanum og hava stundir at samstarva og samskipa mennandi tiltøk.

Ilt er at vita, hvørjar ætlanir MMR hevur. Serliga torført er at skilja útspæl, tá ið skúladeildin (áður nevnd ”Fólkaskúladeildin”) er løgd burtur. Men hugaligt hevði verið at vit møttust í góðum framatlítadi samskiftið: MMR, Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið.

Eg eri fullvísur í at tað gagnar skúlanum best, at skipanin er sum nú. Kommurnar standa fyri bygningum og amboðum, meðan MMR varðar av lærarunum. Við hesi skipan ber væl til at skipa lærarastarv har lærarar starvast á fleiri skúlum, samstundis sum lærarunum er tryggjað at arbeitt verður eftir somu fortreytum.

Jákup av Skarði