Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Skúlabygging í Tórshavnar kommunu

2013-07-10 01:46

Nýggjur skúli í miðbýnum eigur at hugsast til skúla og mentunarlig tiltøk.

Hugaligt er at vitja stásiligu skúlarnar á Løgmannabreyt og á Argjahamri. Prýðiligir bygningar, ið bjóða næmingum, foreldrum og lærarum vælkomnum, samstundis sum lagt verður upp til at nýta frálíku umstøðurnar til mentunarlig og ítróttarlig tiltøk: Framsýningar, tónleikastevnur, fimleikavenjingar o.s.fr.

Á skúlanum á Argjahamri rúmast fleiri næmingar, og tá ið brúgvin er liðug, eru fáir minuttir at flyta seg úr vesturbýnum út á Argir. Tí undrar tað meg, at framvegis verður prátað um at byggja ein Vesturskúla og taka burtur Tórshavnar kommunuskúla.

Mær dámar betur eina loysn, har skúlin á Argjahamri verður nýttur til fulnar, samstundis sum skúlatilboðið í miðbýnum rúmar einum parti av Venjingarskúlanum.

Tørvur er á skúla í miðbýnum, ið varðveitir lívið og samstundis rúmar mentunarligum tiltøkum. Tórshavn hevur tørv á, at yngru borgararnir eisini eru sjónligir í miðbýnum, og foreldrum tørvar skúlatilboð í hesum partinum.

Soppa-fongdi parturin í Kommunuskúlanum er klárur at taka niður, og sjálvsagt eiga vit at hava kommunalan skúla í miðbýnum. Lat okkum sambinda Tórshavnar Kommunuskúla við Sankta Frans skúla - so hava vit alt frá forskúla til framhaldsdeild mitt í býnum.

Tað hevur við sær, at vit skapa lív í býnum, meðan skúladagur er, meðan kvøldskúlatiltøk eru og til onnur mentanartiltøk.

Nýggjur skúli í miðbýnum eigur at hugsast til skúla og mentunarlig tiltøk. Samstundis hugsi eg, at tað eigur at bera til at tekna inn parkeringsøki. Stórur tørvur er á parkeringsøki í miðbýnum og skjóti eg upp, at parkerings-kjallari verður bygdur undir skúlagarðinum í Kommunuskúlanum - og so kann nýggjur skúli byggjast omaná.

Geva vit borgarum og gestum møguleika at seta bilin undir tak, mitt í býnum, eru bilarnir samstundis “krógvaðir burtur” í býarmyndini, heldur enn at standa framvið hvørji einastu gongubreyt.

Onkur er, ið dugir at rokna út, hvussu nógvir bilar rúmast á einari flatu undir nýggja skúlanum og undir nýggjum skúlagarði. Men kanska taka vit við beinanvegin at hugsa um at grava eina parkeringshædd niður eisini? Eg hugsi mær, at hetta parkeringstilboð á ongan hátt nýtist at órógva skúlagongdina ella at verða til vanda fyri næmingarnar.

Tekningar eru tøkar av nýggjum miðbýarskúla. Vónandi eru skúlin hugsaður at hýsa næmingum, eins væl og mentunarligum tiltøkum, at skúlin verður livandi partur í miðbýnum, og vónandi ber til at finna eina snøgga parkeringsloysn samstundis.

---

http://www.politikkur.fo/kommunskula+vid+parkeringskjallara.html

 

http://skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&M=News&PID=1962&NewsID=7034