Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frá vinstru: Sigurð S. Simonsen, Magnus Midjord, Jann Toftegaard, Birgir Petersen, Dánjal Vang, Eyðun á Lakjuni

Skúlabygging í Fuglafirði

Í samband við at barnaskúlin frá 1936 skal rívast niður teir næstu dagarnar og nýggjur skúli byggjast uppaftur tey næstu árini, fekk onkur hugskotið til hesa myndatøku.

Á myndini síggjast teir, ið myndaðu meirilutan í Fuglafjarðar býráð árini 2015 og 2016.

Á innanhýsis fundi á heysti 2015 tók meirilutin avgerð um, at flyta áralanga fokusið, ið hevði verið á framhaldsdeildina, yvir á barnaskúlan. Hetta fyri at koma víðari í skúlamálinum, og uttan drál at fara í holtur við at byggja nýggjan barnaskúla.

Málið fór, umvegis mentamálanevndina - í neyðugum vavi - fyri býráðið tann 28. januar 2016 og endaliga tann 25. februar 2016, tá tað bleiv einmælt samtykt av býráðnum.

Eftir fyrireikingar í eitt ár, varð spakin settur í fyri skúlabyggingini tann 1. mars 2017

Undirritaðu ynskja øllum Fuglfirðingum góða eydnu við skúlabygginigini.

Sigurð S. Simonsen 
Magnus Midjord 
Jann Toftegaard 
Birgir Petersen 
Dánjal Vang
Eyðun á Lakjuni