Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skriv frá Yngri Læknar Føroyar

2020-07-10 12:14

Tað er gott, at heilsumálaráðharrin vil arbeiða fyri fleiri útbúgvingarstørvum til yngri læknar!

Kaj Leo Holm Johannesen hevur svarað einum fyrispurningi frá Jóhannis Joensen um útbúgvingarstørv til yngri læknar. 

Undanfarnar leiðslur í sjúkrahúsinum og heilsumálaráðharrar hava nølað alt ov leingi, við at seta fleiri pengar av til útbúgvingarstørv til læknar. Tí er tað gott, at heilsumálaráðharrin nú sigur, at hann hevur ætlanir um at seta fleiri pengar av til hetta. Tó sigur hann hetta ikki vera fyrr enn í 2021.

Vit halda, at tað alt fyri eitt eigur at verða settir pengar av til hetta.

Tað verður víst á, at tað kann ikki væntast, at kommunulæknaviðtalurnar, sum nú eru settar av vikarum, fáa fastsettar læknar í nærmastu framtíð.

Er tað eitt ynski, at hesar viðtalur skulu verða mannaðar av føroyskum læknum?
Set so pengar av til útbúgvingarstørv.

Bíðilistarnir til viðgerð á sjúkrahúsinum eru vaksnir nógv í samband við korona.

Er tað eitt ynski, at fáa hesar bíðilistarnar at minka aftur?
Set so pengar av til útbúgvingarstørv.

Nógvar sergreinar á Landssjúkrahúsinum eru áhaldandi mannaðar av skiftandi útlendskum vikarum.

Er tað eitt ynski, at hesar í framtíðini skulu mannast av fastsettum føroyingum?
Set so pengar av til útbúgvingarstørv.

Tað er eingin orsøk at bíða til næsta ár. Fleiri yngri læknar eru arbeiðsleysir og noyddir at fara av landinum nú, og tað er ikki vist teir eru klárir at bíða 1 ella 2 ár.

Deildirnar hava tørv á fleiri læknum, men hava ikki fígging til tað.

Bíðilistarnir eru bara vorðnir longri undir korona, og tørvur er á eyka arbeiði at fáa teir niður aftur á støði sum var áðrenn korona (og lægri).

Yngri Læknar Føroyar
Marnar Fríðheim Kristiansen, formaður