Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Skil má koma í aftur á Vaglinum - andstøðan fór av fundinum

2019-12-19 11:55

Á eyka fíggjarnevndarfundi og á eyka býráðsfundi í dag, sum meirilutin í Tórshavnar Býráði kallaði inn til við sera stuttum skotbrá, kundu vit staðfesta, at meirilutin í Býráðnum hvørki virðir tær mannagongdir, sum hava verið galdandi í býráðsarbeiði í Havn og í Føroyum seinastu nógvu árini – og heldur ikki virðir skylduna at kunna minnilutan um, at mannagongdir verða broyttar. Virðingin fyri galdandi lógum er slept. orsøkin til at fundur soleiðis í skundi skuldi verða, var at ein ætlað avgerð sum ikki var endalig av órøttum var fráboðað, uttan at neyðugu samtyktirnar vóru gjørdar.

Vit í minnilutanum mótmæla hesari framferð, sum varð í dag - fyrst á fíggjarnevndarfundi og seinni á Býráðsfundi.

Seinastu 40-50 árini hevur tað verið krav til ein býráðslim, sum hevur tørv á at fara í farloyvi, at hesin skal vera burturi frá øllum býráðs- og nevndararbeiði í 14 dagar, og at varafólk skal ella kann kallast inn. Tað hevur verið ein bági hjá mongum okkara – men vit hava virt avgerðina, tí hon er í tráð við galdandi lóg.

Í dag varð henda mannagongd knappliga slept. Uttan at vit í minnilutanum eru kunnað ella hava haft møguleika at siga okkara hugsan um tað. Tað stutta av tí langa er, at býráðslimur møtti á fundi, sum hevur boðað frá at viðkomandi er í farloyvi, og uttan atkvøðuna frá hesum býráðslimi stóð á jøvnum millum meiriluta og minniluta.

Vit mótmæltu á fundinum og fóru av fundinum at umrøða støðuna. Bæði borgarstjóri og kommunustjóri blandaðu seg í fundin hjá minnilutanum – og best sum vit tosaðu við Kommunustjóran, tók borgarstjórin býráðsfundin uppaftur at atkvøddi málið, sum skuldi avgreiðast í bráðskundi, aftur í nevnd – uttan at semja varð um, hvørt Býráðið yvirhøvur var viðtøkuført.

Minnilutin í Tórshavnar Kommunu krevur, at greiðu fæst á hesum máli skrivliga og frá røttum myndugleika, áðrenn býráðsfundur verður aftur – og vit krevja somuleiðis at fáa somu sømdir og somu kunning um tær broytingar sum verða framdar.

Tað er ikki í lagi at benda galdandi reglur, bara tí at tørvur bert til tess at tryggja sær ein tepran meiriluta í Tórshavnar Býráði.

Vegna minnilutan í Tórshavnar Býráði
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein