Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skeiva leiðin á eldraøkinum

2014-01-29 22:52

Tað kommunala orðaskiftið um at yvirtaka eldraøkið er so sum so. Vit í Tórshavnar býráð hava nóg illa havt nakra skipaða viðgerð av málinum og tíansheldur tikið støðu til nakað. Onkra kunning hava vit fingið frá KSF og tí nýggja Kommunufelagnum.

Kommunufelagið og borgarstjórarnir, sum har ráða, hava avgjørt at fara umborð í eldraøkið við báðum beinum . Teir hava nikkað til fíggingarleistin, sum landsstýrið hevur lagt fram, og hetta nýta landsstýrisfólkini til fulnar í síni agitatión fyri at sleppa frá eldraøkinum – tess fyrr, tess betur.

Flestu spurningarnir í málinum eru slíkir, sum ikki eru loystir. Sumt er als ikki komið fram í ljósið enn, men kommunurnar skula verða ti reiðar við sínum móttøkuapparati, áðrenn landið er komið á mál við kørmunum um økið. Tað er mein ring støða at vera í.

Barnaansing kontra eldrøki
Tað hevur verið jabbað upp í saman, at kommunurnar eru best førar fyri at røkja eldraøkið. Víst verður á
dagstovnaøkið, sum kommunurnar tóku upp á seg. Barnasansingin fekst í lag, men hon er ikki ókeypis. Hjá okkum kostar hon millum fjórðing og triðing av ársfíggjarætlanini og er nógv tann størsti posturin á henni.

Dagstovnaøkið er lutfalsliga einfalt. Tað snýr seg um at ansa børnum frá tí, tey eru ½ árs gomul til tey eru 6-7 ár. Tey eru øll í einum konsentreraðum aldursflokki og í skjótari menning. Eldraøkið er nógv størri og tyngri. Her snýr tað seg um aldursbólkar í eldra endanum, sum fevna um eini 30 ár, ið skula hava tilboð og røkt, ið illa kunnu latast á samlibandi, tí tørvurin er so ymiskur hjá so mongum einstaklingum.

Sett er út í kortið, at kommunurnar skula taka sær av øllum eldraøkinum: heimatænastuni, heimavitjunartænastuni, heimahjálpini, eldrabústøðum, ellisheimum, røktarheimum og ætlandi eisini øðrum tilboðum, sum fara at koma í ljósmála, eins og økisterapi við rehabilitering. Uppi í hongur somuleiðis heimatænasta til fólk niðanfyri 67 ár, sum hava slíkan tørv.

Ov stutt millum brúkara og myndugleika
Eri framvegis ikki vísur í, at kommunurnar eru best førar fyri at lyfta hetta alt. Nærleikin verður hálovaður í agitatiónini um førleikarnar hjá kommununum. Loyvi mær at seta fram ivaspurningin, um ikki fráleikin ella nærleikin millum játtandi myndugleikan og brúkaran kann fara at vísa seg ov stuttur?

Vit vita, at eldraøkið kostar sítt í dag, og at tað fer at kosta meir. Vænti, at hetta verður landi og fólki dýrur kleppur. Og tí finst mær , at tað verður hugsað ov lítið um vandarnar í at leggja eldraøkið út til fleiri smá umsitingarveldi.

Síggi fyri mær, tá menn koma ráhallar til arbeiðis við lummunum fullum av áheitanum og umbønum um neyðugan styrk og skjóta játtan. Oftast fer kanska at verða játtað. Tað verður høgligasti mátin at prógva uppáhaldið um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum!

Landið eigur uppgávuna
Upp í hesa søguna hoyrir, at tá eldraøkið rættiliga fer at rumstera inni í teimum kommunalu fíggjarætlanunum, fara vit at uppliva, at tað verður so mangt annað, sum kommunurnar ikki megna longur.

Sjálvt í dag knípur tað nógvastaðni við at hava bara eitt sindur til íløgur. Meginparturin av skattinum fer til afturvendandi rakstur, sum áhaldandi má trimmast og skerjast.

Tá allar vaksandi útreiðslurnar av eldraøkinum fara at melda seg, tí landið tilvitað hevur pínt tað inn at beini, verður upp aftur minni hjá kommununum at gera gott við á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum, ítróttaøkinum. samferðsluøkinum, mentanarøkinum o.s.fr. Tá kemur av álvara stígur í.

Og helst verður eitt eljustríð frá samstarvsøki til samstarvsøki at fylgja við og kunna bjóða tað besta. Tey øki, sum ikki megna at halda tørn, fara at missa fólk – fyrst tey eldru og so teirra yngri avvarandi. Tí verður hetta saman um tikið tann skeiva leiðin.

Landið eigur at taka sær av eldraøkinum burturav. Er tað nakað, sum er ein landsuppgáva, so er tað syrgja fyri, at tey gomlu hava sømilig og ikki minst javnbjóðis kor, hvar tey búgva í landinum. Tað gerst bara undir einum hatti og úr einum kassa. Við einum góðum vilja kann eldraøkið saktans yvirskoðast úr skrivstovunum hjá landsstýrinum. Føroyar eru ikki størri enn so.

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn