
Skattaprosentið niður og hægri barnafrádrátt
2012-10-16 03:51
Tá Tórshavnar Kommuna fór undir at byggja Boðanesheimið valdi býráðið at hækka skattaprosentið við einum prosenti fyri fíggja røktarheimið.
Nú
Boðanesheimið er liðugt og so gott sum goldið, valdi samgongan í býráðnum at
seta skattaprosentið niðuraftur við einum hálvum prosenti og at lata eitt hálvt
prosent til hægri barnafrádrátt. Tað merkir, at barnafamiljur næsta ár fáa
2.500 meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið.
Orsøkin til
at vit valdu at lata eitt hálvt skattaprosent í barnafrátti, var tí at vit í
samgonguni vildu gera tað lættari fyri barnafamiljur at búleikast í Tórshavnar
kommunu.
Tað er
eingin ivi í, at 2.500 afturat verandi barnafrádrátti, fer at merkjast væl hjá
barnafamiljum og fer at gera gerandisdagin munandi lættari. Hesin
barrnafrádráttur kemur afturat verandi barnafrádrátti sum er 5.500. Hetta
merkir, at barnafrádrátturin í Tórshavnar kommunu í 2013 verður 8.000 fyri
hvørt barnið, umframt at skattaprosentið verður lækkað eitt hálvt prosent.
Hervið er barnafrádrátturin ein av hægstu í landinum.
Vilt tú at
Tórshavnar kommuna skal vera eitt betri stað at búgva í hjá barnafamiljum, so
eigur tú at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum á valinum 13. november.
Elin
Lindenskov
Býráðslimur
í Tórshavnar kommunu