Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skattalættin virkar ikki enn.

Skattalættin virkar ikki enn.

Umleið 1 milliard av innflutninginsvøkstrinum í fyrra hálvári eru skip og flogfør, meðan innflutningurin av vanligumhúsarhaldsvørum lækka við 8 mill ella 2 %.

Sjálvt um vit kunnu fegnast um, at ávís tekin eru til at samfelagsbúskapurin ikki longur minkar, so kunnu vit ásanna, at skattalættin hjá samgonguni, uppá 230 milliónirnar ikki hevur fingið veruliga gongd á samfelagið.

Um skattalættin var latin eftir uppskotinum hjá Framsókn, (sí www.framsokn.fo ) hevði lættin ikki bara komi hægri inntøkunum til góðar, men eisini meðal inntøkunum og tað er har, at bæði tørvur og nýtsla eru størst og har lættin hevði gjørt størst gagn.

Hagtøl fyri innflutning, fyrru hálvár lýsa støðuna rættuliga væl :

Skip og flogfør : 2011 fyri 379 mill og 2012 fyri 1.274 mill ella + 336 %

Vanligar húshaldsvørur 2011 fyri 606 mill og 2012 fyri 594 mill ella - 2 %.

Taka vit hædd fyri, at einum prísvøksturi á eini 3-5 % í sama tíðarskeiði, tosa vit um eina afturgongd í nýtslu av húsarhaldsvørum uppá 5-7 %.

Hetta eru tekin vit eiga at taka til eftirtektar og gera nakað við.

Tað kostar nakað meira um vit geva meðal inntøkunum ein størri lætta, men búskaparliga sæð, verður vinningurin nógv meira eyðsýndur. Uppskotið hjá Framsókn um ein progressivan barnakekk, hevði harafturat bøtt munandi um støðuna.

Poul Michelsen

Løgtingsmaður Framsókn