Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

SKAT í Danmark hevur kravt ov nógv inn frá føroyingum

Sjúrður Skaale

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Frá 1998 til 2011 var í donsku lógini um arbeiðsmarknaðargjøld (AM-bidrag) ein serregla, sum ásetti, at um tú búði í Føroyum, skuldi tú ikki rinda hetta gjald í Danmark.

Orsøkin var, at Føroyar, sum partur av kongaríkinum, ikki kunnu gera millumtjóða avtalu við Danmark um frítøku fyri sosial gjøld. Tí var frítøkan fyri føroyingar í staðin sett beinleiðis inn í donsku lógina um AM-gjøld.

1. januar 2011, tá AM-gjaldið bleiv til ein skatt, varð serreglan avtikin.

Kravt inn kortini
Men Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er komin eftir, at tey 13 árini, tá reglan var galdandi, bleiv gjaldið í nógvum førum kravt inn kortini.

Tilsamans kann talan vera um eina stóra upphædd, tí nógvir føroyingar rinda danskan skatt, og gjaldið var 8 % av inntøkuni.

Fyri heilt nógvum føroyingum bleiv ikki upplýst, at teir skuldu sleppa undan gjaldinum, og í nøkrum førum hevur SKAT í Danmark givið føroyingum beinleiðis skeiv boð um teirra rættindi.

Upp á hægsta stig
Sjúrður Skaale hevur kannað málið saman við fólkið frá Spekt, og tók tað í dag upp við danska skattamálaráðharran, Thor Møger Pedersen.

Sjúrður førdi fram, at talan er um eitt prinsipielt mál, og tí eigur endurgjald at vera latið, hóast fyrningarfreistin fyri 11 av teimum 13 árunum er farin.

Skattamálaráðharrin tók málið í størsta álvara, og setir nú í verk eina kanning, sum skal staðfesta, um talan hevur verið um grundleggjandi skeiva mannagongd.

Fyrst verður roynt at finna fram til hvørjar persónar, talan er um, hvørt teir hava rindað AM-gjald, og hvussu nógv teir, um so er, hava rindað ov nógv. Hetta er tekniskt sera trupult, men boð eru givin SKAT um at royna at fáa til vega upplýsingarnar.

Verður komið fram til, at grundleggjandi mistøk eru framd, skal støða takast til, um málið er so prinsipielt, at endurgjald skal latast, hóast fyrningarfreistin er farin.

Fá tað rætta
Men fyrningarfreistin er ikki farin fyri øll árini. Um tú ert millum teirra, sum búgva í Føroyum og hevur rindað danskt AM-gjald í 2009 og 2010, eigur tú at venda tær til SKAT í Danmark, og biða um at fáa tað broytt. Tú skalt tá vísa til § 8, stk. 7 í donsku lógini um AM-gjøld (Arbejdsmarkedsbidragsloven).

Hvønn snýr tað seg um?
Umrødda lóg var galdandi fyri øll, sum búðu í Føroyum, meðan tey fingu inntøku úr Danmark.

Sum dømi kunnu hesi nevnast føroyingar, sum
· arbeiða fyri danskan arbeiðsgevara,
· arbeiða fyri føroyskan arbeiðsgevara, sum er skattskyldugur í Danmark
· eru útleigaðir til danskan arbeiðsgevara
· fingu inntøku av sjálvstøðugari vinnu í Danmark
· leigaðu út fasta ogn í Danmark.

Mótrokning
Nevnast skal, at AM-gjaldið bleiv tikið av inntøkuni áðrenn hon var skattað. Verður AM-gjaldið endurrindað, fer tað tí at hava við sær, at skatturin verður nakað hægri, eins og aðrir frádráttir kunnu ávirkast.