Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skamm fái tykkum!

2013-12-14 00:19

At bidda meira blokkstuðul úr Danmark inn í næsta valskeið er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútiðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum. Og tað gongur beint ímóti okkara málum um at skapa frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd

Beint ímóti teimum lyftum, sum flokkarnir góvu Føroya fólki í 2011, hava nú eisini Fólkaflokkurin og Miðflokkurin samtykt, at sonevndi blokkstuðulin úr Danmark skal hækka komandi trý árini – inn í næsta valskeið. (Hendan upphæddin átti av røttum at itið “olmussugjald fyri at selja sjálvræðið og sjálvsvirðingina frá okkum”). Hesir flokkar hava sostatt boðað greitt frá, at teir hava gjørt ein sambandsblokk í føroyskum politikki.

Og hvørjar eru avleiðingarnar? Við hesum siga tit við Føroya fólk og okkara uppvaksandi ungdóm: “Vit hava ikki álit á tykkum. Vit hava ikki álit á, at tit megna at skapa virðini her og at býta tey javnt. Og vit hava ikki álit á tí landi, vit stíga á ella á ti sjógvi, vit sigla á. Øll skulu bara hugsa um egnar lummar og partapolitiskt fjantispæl. Og vit skulu gera alla tjóðina hefta og leggja ábyrgdina frá okkum.”

Hvussu skal nakar hava álit á tykkum og á okkara aldargamla tingi, tá tit ikki hava álit á fólkinum og á tí stóra ríkidøminum í hesum landi? Eitt er tykkara egna ómegd. Men við hesi avgerð gera tit eitt heilt fólk til biddarar og taka sjálvræði frá okkum øllum.

Ein skarnsgerð

Hetta er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútíðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum.

Ein skarnsgerð ímóti fortíðini og øllum tí ómetaliga stríði og hugsjónunum hjá tí fólkinum, sum hava bygt og ment hetta landið gjøgnum meira enn 40 ættarlið.

Ein skarnsgerð ímóti nútíðini, har vit hava so serstaka góðar møguleikar at reisa okkum sum tjóð og at gagnnýta okkara ríkidømi – heldur enn aftur at leggja okkum og aftur lata heimastýris-ábyrgdarloysið blaka alt burtur aftur í egingirnd og umberingum.

Og ein skarnsgerð ímóti framtíðini, har okkara uppvaksandi ættarlið skal gerast meira heft búskaparliga og politiskt – og skal missa møguleikar at skapa eitt trygt og sjálvstøðugt samfelag.

Alternativið er ítøkiligt

Upp móti hesum seta vit í Tjóðveldi sjálvandi okkara uppskot (sum hevur verður á tingi minst seks ferðir seinastu árini) um, at sonevndi blokkstuðulin verður minkaður við helvtini av hvørjari eyka krónu, sum landskassin fær í inntøku, so hvørt sum búskapurin veksur. Hin helvtin verður nýtt til raðfestingar í samfelagnum. Vit hava eisini skotið upp – sum eina roynd at finna semjur - at upphæddin, ið verður minkað, kann fara í Búskapargrunn Føroya.

Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd

Og upp ímóti sambandsblokkinum seta vit í Tjóðveldi okkara hugsjónir og mál: Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd.

Lat okkum viga avgerðina um at bidda meira blokkstuðul á eini vekt við hesum málum:

  1. Skapar hetta frælsi? – Nei, tað ger okkum heft og vit missa ábyrgd og sjálvsvirðing.

  1. Skapar hetta fólkaræði ? Nei, beint tvørturímóti. Hetta leggur avgerðirnar í hendurnar í øðrum, sum vit ikki sjálv hava valt.

  1. Skapar hetta javnrættindi? Nei, tað gevur okkum verri møguleikar at virka á jøvnum føti við aðrar tjóðir úteftir – og tað skapar ikki somu rættindi og skyldur millum føroyingar innanhýsis, tí vit leggja ábyrgdina frá okkum av týdningarmiklum samfelagsøkjum.

  1. Skapar hetta samhaldsfesti? Nei, beint tvørturímóti. Heldur enn at standa til svars fyri at skapa vælferðina sjálv og at býta virðini javnt, so elvir blokkstuðulin til, at tey fáu gerast ríkari og ábyrgdin móti øðrum verður løgd á danskar pengar. Til dømis hoyra vit landsins hægstu menn og kvinnur siga, at vit hava ikki ráð til okkara veikastu um vit ikki fáa danir at gjalda. Og samstundis hava tey játtað sær sjálvum pening til ein nýggjan Mercedes ella eini nýggj hús – uttan at hava arbeitt ein tíma eyka ella skapt eitt einasta nýtt virði.

  1. Skapar hetta burðardygd? Nei, ein studningsbúskapur skapar ongantíð varandi virði. Hann ger kappingarstøðuna hjá vinnuni verri og hann skapar altíð ójavna kapping. Hyggið bert at, hvat søgan hevur víst okkum. Heldur enn at brúka orkuna til, hvussu vit kunnu skapa varandi virðir í Føroyum og at fáa meira burturúr okkara egna tilfeingi, so verður kapping um, hvør kann bjóða og brúka flestar pengar úr Danmark. Og onki samsvar verður millum tað, ið vit skapa, og tað, ið vit brúka.

Tí er bara eitt at siga um avgerðina hjá sambandsblokkinum á tingi: Skamm fái tykkum!

Høgni Hoydal