Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skal øll tjóðin ganga strekkmarsj í sildastríðnum?

2013-08-06 22:46

<b>Tað er ikki at "drýta í egið reiður" at seta spurningar við landsstýrisins framferð. Tvørturímóti! </b>

Vit mugu og skulu stríðast fyri, at Føroyar fáa sín rættvísa part av silda- og makrelkvotuni.

ES er fíggindin, tí ES nýtir sína støðu á marknaðinum til at tvinga sín vilja ígøgnum. Henda valdmisnýtsla skal ikki góðtakast.

Tann uttari fíggindin hevur sjóað fólk saman. Og tað er gott. Úteftir eiga vit at standa sum ein.

Men ein uttari fíggindi kann eisini gera, at vit stara okkum blind á hann - og als ikki líta at okkum sjálvum. Tann, sum dittar sær at at venda eygunum inneftir, kann enntá verða átalaður fyri tað.

Soleiðis var, tá eg í Rás2 fríggjadagin setti nakrar viðkomandi spurningar um landsstýrisins handfaring av stríðnum. Onkur bað meg halda kjaft, og onnur - við løgmanni á odda! - ákærdu meg fyri at "drýta í egið reiður".

Sum fólkatingsmaður fari eg altíð at umboða almennu støðu Føroya mótvegis útlendskum myndugleikum og útlendskari pressu. Sjálvsagt.

Men vit mugu ikki koma hartil, at øll tjóðin púra blint skal ganga strekkmarsj aftaná Vestergaard og løgmanni, uttan so mikið sum at kunna seta ein spurning við tað, sum verður gjørt.

Steðga vit øllum orðaskifti um egna framferð, kunnu vit ikki rætta mistøk - og so ganga vit okkum í óføri.

Her eru nakrir av spurningunum, sum mugu setast.

<b>5 % “for future years”</b>

Vit hava nú tilskilað okkum 17% av sildakvotuni. Men vit hava altso síðani 1996 skrivað undir uppá, at 5 % vóru nøktandi fyri okkum.

Og ikki bara tað. Tá vit gjørdu avtaluna fyri 2012 skrivaðu vit eisini undir uppá eitt tilmæli um, at lutfallið millum londini skuldi varðveitast “for future years”. Vit boðaðu altso frá, at fimm prosent ikki bara vóru nøktandi fyri 2012, men eisini fyri tey komandi árini.

Kortini ásettu vit okkum 17 % fyri 2013. Sama ár, sum samlaða kvotan lækkaði við einum fjórðingi!

So vit mugu spyrja: Hví skrivaðu Føroyar í avtaluni fyri 2012 undir uppá, at 5 % vóru nøktandi “for future years” – tá vit árið eftir ásettu okkum 17 %?

<b>Hvar eru prógvini</b>

Vit hækkaðu í ár okkara part við 12 % eftir at hava givið til kennar at vit IKKI fóru at krevja meira.

Slíkt krevur, at mann leggur fram góðar grundgevingar - bæði fyri hini londini og pressuna. Men øll siga seg einki hava fingið. Og tá svangir journalistar ikki verða fóðraðir við argumentum, leypa teir á. Tað er hent - og tað hevur skatt okkara umdømi: Føroyar verða lýstar sum landið, ið handlar uttan fyrilit.

So spyrjast má: Hvat løgdu vit fyri hini londini í januar? Og hví er pressan ikki fóðrað við grundgevingum?

<b>Hvat segði løgtingið? </b>

Tá landsstýrismaðurin hevði ráðført seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins um sildasamráðingarnar, kom ein grein á Portalin, hóast fundurin var í trúnaði. Har stóð, at nevndin mælti til at hækka kvotuna - men ikki so nógv, sum landsstýrismaðurin ætlaði.

Tí má spyrjast: Tók Løgtingið undir við avgerðini um tey 17 prosentini? Ella hevur landsstýrismaðurin einsamallur kastað Føroyar út í stríðið - uttan bakverju í parlamentinum?

<b>Hvar eru alliansurnar? </b>

At ES misnýtir sína marknaðarstøðu til at revsa ein samráðingarpart, sum ikki vil “makka rætt”, kann als ikki góðtakast.

Tað gongur út yvir Føroyar nú – men tað kann ganga út yvir onkran annan seinni. Tí máttu hinir partarnir eisini havt áhuga í, at ES tekur henda revolvaran av samráðingarborðinum.

Tí má spyrjast: Hvat hevur landsstýrið gjørt til tess at byggja alliansur millum Føroyar og onnur lond?

<b>Vistu av tiltøkum</b>

Í ár býttu ES og Norra 90 % av makrelkvotuni sínámillum. Tá fleiri ES-lond síðani kravdu sanktiónir móti Føroyum fyri at fiska 15%, segði Kommissiónin nei. Hon ásannaði, at Føroyar eiga rætt til meira, enn vit hava havt - og tí kundu vit ikki revsast, hóast vit stóðu uttanfyri avtaluna.

Men við sildasamráðingunum fingu Skotland, Írland og onnur ein nýggjan kjans: Kundi ES boykotta føroyska sild, bar til at fáa boykottið til at fevna um makrelin eisini, tí hann er hjáveiða, tá sild verður fiskað.

Tí vistu vit, at vandin var stórur fyri boykotti av bæði sild og makreli, um eingin avtala bleiv um sildina.

Tað bleiv tað ikki. Vit standa nú uttanfyri báðar avtalurnar, og verða stongd úti frá ES-marknaðinum. Vit fiska fleiri tons enn vit høvdu kunnað við avtalum – men prísurin er høgur:

- Vit mugu fiska alt í føroyskum sjógvi, tá nógv lægri prísur fæst.

- Vit mugu brúka trol heldur enn nót, sum kostar meira í olju.

- Vit missa aðrar fiskiveiðuavtalur.

- Vit mugu finna marknaðir uttanfyri ES, sum rinda minni.

- Marknaðarparturin í ES kann gerast trupul at vinna aftur.

- Vit mugu sigla beinleiðis til Afrika og Russlands við stórum nøgdum. Tað kann ávirka dygd og prís.

- Tann negativa umrøðan av Føroyum kann óbeinleiðis raka annan útflutning.

Landsbúskaparliga snýr fiskiskapur seg ikki um at fiska so nógv tons sum gjørligt, men at tjena so nógvar pengar sum gjørligt.

Tí má spyrjast: Hvussu nógv kundu vit fingið afturat innan fyri avtalurnar? Er rað rætt, at vit kundu fingið 10% av makrelinum? Og um so er: Hvussu nógv eru 15% uttanfyri avtaluna verd í mun til 10% innanfyri? Og hvussu nógv kunnu vit vinna í longdini við at fara solo?

Og hinvegin: Hvussu nógv kostar tað okkum nú at standa uttanfyri avtalurnar – og hvussu nógv kann tað kosta okkum í longdini?

<b>Høgt spæl </b>

Í løtuni spæla Føroyar høgt spæl. Vit hava nógv at vinna – men eisini nógv at tapa.

Eitt orðatak sigur, at kennir tú teg sterkari enn fíggindan – so leyp á hann. Kennir tú teg veikari – so royn at samráðast. Eitt annað sigur: Byrja aldrin eitt stríð, sum tú ikki veitst, at tú kanst vinna.

Tað er eingin ivi um, at vit eiga rætt til størri kvotupart enn tað, vit hava havt. Men at vinna hetta stríðið krevur vísindalig prógv, diplomatiskar snildir, virkna lobbyismu og góða almenna umrøðu. Hevur landsstýrið gjørt hetta nóg væl?

Øll vóna inniliga, at landsstýrið hevur so fast undir føti, at stríðið bæði kann vinnast og verður vunnið.

Men hetta viðkemur okkum øllum, og vit hava bæði rætt og skyldu at vísa á veikleikar. Tann, sum ikki sær síni mistøk, er dømdur til at endurtaka tey. Tí er tað ikki at "drýta í egið reiður" at seta fram spurningar. Tvørturímóti.

Vit styrkja ikki okkara støðu við bara at ganga í strekkmarsji aftaná landsstýrinum.

Sjúrður Skaale