Skal hjartað skrykkjast úr Býarbókasavninum?

Tað ljóðar, at umsiting Tórshavnar Býráðs við vælsignilsi frá einum meiriluta í fíggjarnevndini hevur gjørt av, at Býarbókasavnið kortini ikki skal gerast tann mentanardepil, sum ætlanin var, tá ið vit í undanfarnu býráðssamgongu gjørdu av at útbyggja og umbyggja verandi Býarbókasavn mitt í býnum í Niels Finsens Gøtu.

Fjórða hæddin – har KT-umsiting býráðsins fyrr helt til – skuldi takast uppí barna- og ungdómsdeildina, og barna- og ungdómsdeildin skuldiá henda hátt dagførast.

Men nei – nú skal barna- og ungdómsdeildin, sum erhjartað í Býarbókasavninum, skrykkjast út. Og skotið verður upp, at fjórða hæddin skal brúkast til kommunalar skrivstovur. Sum um vit ikki hava nóg mikið av teimum í miðbýnum - sum er.

Tað kann ikki bera til! Tað var júst hesum vit fóru frá. Býarbókasavnið vísti enntá ta vælvild at góðtaka, at íløgujáttan Bókasavnsins í 2015 varð flutt til at gera eina nýggja KT-deild í Gamla Føroya Banka. So at býarbókasavns-verkætlanin kundi koma í gongd!

Annaðhvørt er tað ein misskiljing ella er tað arrogansa yvirfyri einum stovni, sum undir næstan hopleysum umstøðum hevur megnað at gerast eitt veruligt mentanarligt tilboð til serliga børn og ung í Tórshavnar Kommunu, og havnaborgarar annars.

Vit skuldu fyri langari tíð síðani haft gjørt eitt nútímans býarbókasavn. Men játtan hevur ikki verið tøk.

Eg kann undir ongum umstøðum góðtaka hesa avgerð, at kommunalar skrivstovur skulu gerast,heldur enn eitt framkomið býarbókasavn fyri børn og ung. Vónandi verður hon broytt, áðrenn atkvøtt verður. Um ikki, fari eg at atkvøða ímóti tí. Og eg vóni at restina av býráðnum fer at standa við ta ætlan sum varð sett út í kortið í 2014-2015.

Fakta um Býarbókasavnið.

138.500 fólk vitja Býarbokasavnið um árið.

Ein tann mest vitjaði mentanarstovnurin í Havn er býarbókasavnið. Í 2015 vóru tað 138.500 skrásett vitjandi. Hetta er ein vøkstur uppá 16% samanborið við 2014. Og kanska eru vit longu komin uppá 150.000 vitjandi í 2017.

Tað er eyðsæð, at talið av brúkarum er voksið nógv, síðani niðasta hæddin lat dyrnar upp fyri almenninginum. Dagliga síggja vit, at fólk úr øllum aldursbólkum brúka bókasavnið nógv. Hópurin av tiltøkum eru fyri børn, mentanartiltøk, kjak og íverksetaratiltøk eru gerandis, Rættarhjálpin heldur til í Býarbókasavninum, eins og tey lesandi brúka hølini regluliga.

Hesa gongd skulu vit stuðla heldur enn darva!

Helena Dam á Neystabø, Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin