Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skal forfallið á aktualitetsdeild KvF´s halda fram?

Kringvarpið hevur seinastu tíðina verið nógv umrøtt. Eftir í hálva øld at hava uppbygt eitt sera stórt trúvirði, hevur tað eydnast nøkrum óseriøsum journalistum við aktivistiskum, einsíðugum og politiskt litaðum journalistikki upp á rekordstutta tíð at bróta álitið á aktualitetsdeildina niður

Tá ið útvarpið í 1957 byrjaði at senda, var tað við dugnaligari leiðslu, sum dugdi at skipa so fyri, at vit fingu eitt útvarp, sum allir føroyingar tóku undir við og høvdu álit á. Sama kann sigast um sjónvarpið, sum byrjaði sendingar sínar í 1984, har leiðslan skuldi bróta upp úr nýggjum. Báðir stovnarnir mentust og trúvirðið var sum amen í kirkjuni.

Sjálvur sat eg sum formaður fyri báðum nevndunum í einum 4-ára skeiði beint fyri aldarskiftið. Júst trúvirðið hevði hægstu ræðfesting hjá okkum sum nevnd saman við dugnaligum stjórum og leiðslu. Flaggskipini vóru tíðindadeildirnar ella aktualitetsdeildin, sum tað eitur nú, har 1. boð var, at SvF ella ÚF hvørki máttu haldast og enn minni verða partísk ella subjektiv.

Men tíverri er hetta ein farin tíð hvat íð aktualitetsdeildini viðvíkur. Nýggir leiðarar og starvsfólk hava verið, har nøkur av teimum hava havt eitt heilt annað sýni upp á, hvussu útvarp og sjónvarp skal gerast ella kanska rættari brúkast til. Hetta hevur ført við sær, at trúvirðið upp á sera stutta tíð er heilt fokið.

Vit hoyra dagliga í KvF, at fólk ikki vilja gera bandaðar samrøður við KvF, og skyldast hetta, at hesi fólk ikki hava álit á klippi og klistringini hjá tíðindafólkunum, soleiðis, at tað meiri enn so kann henda, at samrøðurnar fáa ein heilt annan týdning.

Eisini eru politikarar frammi við alskins uppskotum um, hvussu bilbukt skal fáast við hesum alment fíggjaða miðlamastodonti, sum enntá hevur public service-skyldur. Uppskot sum eftirlitsnevnd, uppbýti í tvær tíðindadeildir, stovnseting av einum alment fíggjaðum miðli afturat osfr.

Men í øllum hesum ruðuleikanum av sjálvsskaptum misáliti, kom vónin endiliga við nýggja stjóranum, sum skjótt byrjaði at rudda upp í úrskógini av meiri og minni partískum tíðindaflutningi og sokallaðum dokumentarsendingum (kallað avdúkandi journalistikkur, men sum meiri er at kalla partapolitiskt heftur aktivistiskur journalistikkur) og har sjálv tíðindaleiðarin fekk uppsøgn – samheiti ella synonym við forfall KvF´s?

Í Sosialinum seinasta vikuskifti hevur uppsagdi tíðindaleiðarin eina heila opnu um síni ynskir um, hvussu sendingar KvF´s skulu vera. Kann tað hugsast, at hon, sum tøkk fyri sín leiklut at fáa núverandi samgongu framat í Tinganesi hevur fingið kæruna um uppsøgnina gingna á møti og verður sett aftur politiskt?

Um hetta verður tilfellið og hon skal skilja millum ”skrambul” og ”dygd”, sum hon tekur til, so fer forfallið hjá aktualitetsdeildini hjá KvF uttan iva at halda fram.

Johan Petersen