Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skal ein almenn tænasta geva yvirskot?

2014-02-21 20:16

Kioskin á Teistanum skal síggjast sum partur av kokkastarvinum umborð á Teistanum. Eitt krav um at kioskin í sær sjálvum skal geva yvirskot er ein afturstig fyri tænastuna, sum bara er við til at undirgrava kokkastarvið, sum manningin á Teistanum ikki kann vera fyriuttan

Skal ein almenn tænasta geva yvirskot?

Spurningurin er vorðið aktuellur, nú røddir eru frammi um at steingja kioskina á Teistanum, tí at hon skal geva undirskot.

Spyr tú meg, so eri eg sannførdur um svarið.

Nei, eg haldi ikki, at almennar tænastur neyvturviliga skulu geva yvirskot. Onkrar almennar tænastur skulu og eiga bara verða har. Og eftir míni bestu sannføring so haldi eg, at hetta er ein av teimum.

Harafturat ber tað ikki til at viðgera kioskina leysa av øllum øðrum, tí hon skal síggjast sum ein partur av kokkastarvinum á Teistanum.

Kassin er hálv fullur Nú grannskoðarfyritøkan Januar hevur gjørt sínar viðmerkingar til roknskapin hjá SSL eru tey komin fram til, at kioskin umborð á Teistanum hevur givið undirskot síðani 2011.

Kann vera at so er. Men hevur trivnaðurin umborð og tænastan til teirra, sum ferðast við Teistanum ongan týdning í tí samlaða roknistykkinum?

Sum flestu kunnugt er tað langt millum kaffi- og matstovurnar í Sandoynni. Hevur tað slett ongan týdning, at tú kanst fáa ein kaffimunn ella eina pylsu áðrenn ella eftir ein langan arbeiðsdag í oynni?

Og hvussu við ætlanunum at útbyggja ferðavinnuna í Sandoynni. Er tað eitt framstig, at steingja kioskina. Ella liggja tað heldur ótroyttir møguleikar á einastu farleiðini til Sandoynna, sum kioskin kundi verið partur av?

Her eigur leiðslan á SSL heldur at síggja kassan í kioskini sum hálvfullan enn hálvtóman. Um Strandferðslan ger tað uppaftur betri at ferðast við skipinum og betrar um tænastuna umborð, eri eg ikki í iva um, at ferðafólkatalið og sølan – og trivnaðurin umborð – eisini fara at vaksa. Hetta tykist at vera uppskriftin umborð á Smyrli og burdi verið tað á Teistanum eisini.

Eisini fái eg meg illa at trúgva, at SSL selir sodavatn, pylsur, sjokolátu og bomm bíligari enn innkeypsprísin. Mestur munnu teir hava okkurt oyra sum leypur av, av hvørjari sølu um diskin.

Tá tað er sagt vil eg eisini gera vart við, at vit hava nógvar almennar tænastur her á landi - og uttan iva skuldu tær verið enn fleiri - men eg loyvi mær at ivast í, hvussu nógvar av teimum geva yvirskot.

Tað er ikki endamálið.

Uppgávan hjá tí almenna er at veita tænastur, sum eru neyðugar. Tað er ikki at reka handil og at tjena pengar.

Man kantinan í løgtinginum tildømis geva yvirskot? Neyvan, og hvat ætlar man so at gera við tað? Nei, eg hugsi bara mítt.

Á sama hátt er kioskin á Teistanum ein tænasta sum er neyðug. Fyri tey ferðandi – og manningina.

Partur av kokkastarvinum

Tí tað verða ikki bara viðskiftafólkini, sum verða ávirkaði, um kioskin á Teistanum verður stongd.

Kioskin er nevliliga ikki ein funksjón leys av øllum øðrum. Hon er partur av starvinum hjá kokkinum og verður kioskin stongd kann tað fáa neiliga ávirkan á kokkastarvið.

Og kokkastarvið er lívsneyðugt fyri Teistan.

Eitt strandfaraskip er eitt serligt arbeiðspláss, har fólk eru leingi umborð í senn og ganga í skiftandi vaktum.

Manningin møtir til arbeiðis hvønn morgun, langt áðrenn onnur vanliga gera. Hesi fólk skulu flyta ferðafólk, bilar og farm allan dagin til seint á kvøldið og nærkast klokkan midnátt áðrenn tey eru leys av dagsins gerningi.

Hetta er hvønn dag í vikuni. Hvønn dag í mánanum. Nærum hvønn einasta dag á árinum. Arbeiðsdagarnir eru upp móti 18 tímum.

Eitt sovorðið arbeiðspláss má hava eina matskipan og ein kokk. Her er matpakki heimaní einki alternativ.

Teistin er mannaður við tveimum kokkum. Ein á hvørjari vakt. Hesir bæði ársverkini koppa ikki fíggjarætlanini fyri SSL og bjarga henni heldur ikki. Men størvini eru neyðug og kunnu ikki bara gerast upp í einum handilsligum rokniarki.

Eg haldi, at landið og harvið Strandferðslan hevur skyldu til at hava hesa tænastuna koyrandi umborð á Teistanum. Hetta er ein tænastuveiting, sum eigur at verða ein sjálvfylgja.

Eftir ætlan verður koyrandi undir Skopunarfjørð um bert seks-sjey ár, og tá verður so ikki brúk fyri matarskipan og kiosk longur.

Vælsignaði tit!, latið tænastuna fáa frið og skapið ikki óneyðuga órógv um manningarviðurskiftini umborð á Teistanum, meðan bíðar verður eftir tunlinum.

Súni Selfoss, næstformaður
Starvsmannafelagið