Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjúrður á fólkatingi: danska rættarskipanin er sjúk

2020-06-23 07:32

Fólkatingsárið endar hesa vikuna, og í allan gjár høvdu flokkarnir havt drúgt endaorðaskifti, har eisini Sjúrður Skaale flutti fram røðu, ið kyndi lív í salin, tá ið langt var fráliðið.

“Undir Covid-19 kreppuni, hevur ein serføroyskur lærdómur tikið seg upp í Føroyum: Laksadoktrini, segði Sjúrður Skaale.

Í røðuni, vísti hann á hvussu hetta doktrini eigur at brúkast sum fyrimynd fyri hvussu politisk mál í Ríkisfelagsskapinum kunnu loysast, sum fekk flestu fólkini í salinum at flenna.

Tað var tó ikki bara gaman, og Sjúrður Skaale var sera kritiskur móti donsku rættarskipanini undir orðaskiftinum – sama dag, sum hægstirættur fríkendi fýra menn í Eik-málinum. Men fyrst fekk hann lív í salin við skemtiligum søgum um, hvussu føroyingar høvdu steðgað korona-smittuni

Sí alla røðuna her: