Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sjúkrarøktarfrøðingar alt ov illa løntir!

2013-10-02 21:28

Tað hevur mangan undrað meg, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki verða betri løntir, enn teir vera. Vit hava eina 4 ára langa útbúgving, hava stóra arbeiðsábyrgd og arbeiða ofta, tá hini hava frí. Tað man vera fáur, sum vil vera okkara arbeiði fyri uttan, tá tørvurin vísir seg uppá egnan kropp ella hjá einum av teimum næstu.

Ein løn, sum ber til at liva fyri, meti eg, er eitt rímiligt krav, vit kunnu seta í dagsins samfelagi. Um vit hyggja at lønini hjá starvsbólkum, vit vanliga samanbera okkum við, er lønarmunurin sera stórur. Niðanfyri vísi eg á munin á byrjunarløn og endaløn hjá nøkrum starvsbólkum, sum verða mettir at hava nøkulunda javnsettar útbúgvingar. Hetta eru starvsbólkar, sum allir eru alment løntir, arbeiða við fólki og hava somu longd á útbúgving.

1. Sjúkrarøktarfrøðingar: byrjunarløn 23.804 kr (24.114 kr)*

endaløn 25.940 kr (28.295 kr)*

2. Pedagogar: byrjunarløn 23.604 kr

endaløn 26.899 kr

3. Lærarar byrjunarløn 23.669 kr

endaløn 30.744 kr

<b>Sjúkrarøktarfrøðingar og lærarar</b>

Ein lærari við somu longd av útbúgving sum ein sjúkrarøktarfrøðingur fær 4.804 kr (2.449 kr)* meira í endaløn um mánaðin, ella 57.648 kr (29.388 kr)* meira um árið. Hóast ein sjúkrarøktarfrøðingur kann fáa onkrar viðbøtur, stendur tað ikki mát við lønarmunin á hesum annars javnsettu fakbólkum. Tá hava vit onki sagt um stóra munin á arbeiðstíðum. At arbeiða í skiftandi vaktum er so mikið krevjandi í sær sjálvum, at tað eru fáir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða fulla tíð. Samanborið við t.d. lærarar, eru nógv fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða niðursetta tíð. Eisini um vit bara samanbera kvinnuligar lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Eg meti, at sjúkrarøktarfrøðingar hava eitt ábyrgdarfult og krevjandi starv. Hetta eigur at síggjast aftur á lønarseðlinum, eins og hjá m.a. lærarum.

<b>Sjúkrarøktarfrøðingar og pedagogar</b>

Vit hava hoyrt, at pedagogarnir ikki vilja finna seg í teirra lágu løn meira, sum eg eisini vil geva teimum rætt í, er alt ov lág. Men í veruleikanum fáa vit sum sjúkrarøktarfrøðingar enn minni í løn. Sum tað sæst á talvuni omanfyri, fáa pedagogar næstan 1000 kr meira í endaløn um mánaðin enn 2/3 av sjúkrarøktarfrøðingunum.

<b>Sjúkrarøktarfrøðingar við bachelorútbúgving</b>

Sum tað sæst á talvuni omanfyri eru sjúkrarøktarfrøðingarnir við bachelorútbúgving væl betri løntir, enn teir, sum vóru útbúnir, áðrenn hendan skipanin varð sett í verk í 2003. Sambært formanninum í Felagnum fyri Føroyskar Sjúkrarøktarføðingar er talan um uml. 1/3 av øllum sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Tvs. at tað er nógv tann størsti parturin, sum er alt ov illa løntur, og eigur hesin mismunur at verða burturbeindur.

<b>Mismunurin má burtur</b>

Søguliga er sjúkrarøktaryrkið eitt kvinnuyrki, og fyrr var talan meira um eitt kall enn um løn. Men tíðin er langt síðani farin frá hesari hugsan. Hóast yrkið enn er eitt kvinnuyrkið, eiga sjúkrarøktarfrøðingar at fáa virðiliga løn, sum tað sømir seg í einum framkomnum samfelagi.

Til almennar lønarsamráðingar verður oftast sami prosentvøkstur latin til allar fakbólkarnar. Men um hesin lønarmismunur skal javnast, má fíggjarmálaráðið differentiera hendan prosentvøksturin, so øll kunnu fáa eina rættvísa løn. Tað sigur seg sjálvt, at 2% av lønini hjá einum lærara er nógv meira enn 2% av lønini hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi. Um lønarbýtið er rættvíst ímillum starvsbólkarnar, er í lagi at sami prosentvøkstur verður latin øllum, men tað er tað ikki í hesum føri.

Landsins politikara eiga at hava hetta í huga og hava virðing fyri okkara arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingar, eisini hóast okkara søguligu bakgrund sum kvinnuyrki.

Sum gongdin hevur verið undir teimum nógvu seinastu lønarsamráðingunum, er lønarmunurin í krónum bara vaksin. Fíggjarmálaráðið má umsíðir skilja, at tað ikki er í lagið, at halda fast um hendan lønarmismunin og enntá økja um hann til hvørjar lønarsamráðingar.

Eftir míni metan eigur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hesaferð at seta hart ímóti hørðum og taka neyðug stig, líka til hesin mismunur er útjavnaður. Sjálvandi má vera samsvar ímillum starvsbólkar, sum hava somu longd av útbúgving, arbeiða við menniskjum og eru lønt hjá tí almenna!

Vit eiga at fáa munandi meira í løn. Eina løn, sum ber til at liva fyri – eisini sum sjúkrarøktarfrøðingur!

*Tølini í klombrum eru galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava bachelorútbúgving. Talan er um uml. 1/3 av limunum.

Sólrun Foldbo