Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjúkrahúsverk Føroya

2020-02-20 09:52

Tøkk til landsstýrismannin í Heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen, ið setti sín aðalstjóra, Turid Arge, so dyggiliga uppá pláss, soleiðis at hon hereftir letur Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús fáa arbeiðsfrið - júst tað, ið er Løgtingsins vilji!

Trýstið á landsstýrismannin hevur verið stórt hesar síðstu dagarnar, í samband við ætlaðum broytingum innan leiðslubygnaðin í Sjúkrahúsverki Føroya, men landsstýrismaðurin tók eina avgerð, ið beinleiðis er í tráð við “reglugerð fyri sjúkrahúsleiðsluna fyri Sjúkrahúsverk Føroya dagfest 20/7-2018, undirskrivað av Sirið Stenberg og Turid Arge“.

Ein forstjóri og tveir stjórar, úr galdandi reglugerð.

Forstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri Sjúkrahúsverk Føroya mótvegis Heilsumálaráðnum og skal tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein eind. Forstjórin er eisini stjóri á Landssjúkrahúsinum, við ábyrgd fyri dagligu leiðsluni har, men forstjórin hevur eisini tveir stjórar afturat sær, og skipa teir tríggjir stjórarnir í felag uppgávurnar og ábyrgdarøkið í millum sín. Hesir báðir stjórarnir eru eisini stjórar fyri ávikavist Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús, við allari ábyrgd fyri dagligu leiðsluni á hesum báðum sjúkrahúsunum.

Sjúkrahúsini hava hvør sína játtan/høvuðskonto á fíggjarlógini, hetta merkir at øll trý sjúkrahúsini eru sjálvstøðugar fíggjarligar eindir.

Undir viðgerini av fíggjarætlan fyri 2020, fær undirritaði eina nýggja reglugerð fyri Sjúkrahúsverk dagfest 6/11-2019, ikki undirskrivað, men við nøvnunum á landsstýrismanninum og aðalstjóranum, og her er leiðslubygnaðurin broyttur.

Mannagongdin er, tá arbeitt verður við fíggjarlóg, at málsøkini verða býtt millum limirnar, ið spyrja/seta spurningar til einstøku landsstýrisfólkini. Heilsumálaráðið fekk millum annað henda spurning.

Hví hevur landsstýrismaðurin broytt leiðslubygnaðin vísandi til skriv 6/11-2019.?

Svarið frá landsstýrismanninum aftur til fíggjarnevndina er soljóðandi og er dagfest 5/12-19:

Landsstýrismaðurin hevur ikki broytt leiðslubygnaðin í Sjúkrahúsverk Føroya. Ovasta leiðslan í Sjúkrahúsverk Føroya varð formliga skipað 1/1-2018 við einum forstjóra og tveimum stjórum, har forstjórin hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður. Hetta varð eisini váttað fyri fíggjarnevndini, tá landsstýrismaðurin, við embætisfólkum, var til hoyring í fíggjarnevndini og kom eisini týðiliga fram undir 2. og 3. viðgerini av fíggjarætlanini fyri 2020.

Latið stjórarnir fáa arbeiðsfrið! Tað kemur sjúklinginum til góðar og er tað ikki tað øll vilja?

Kristin Michelsen
Borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu og løgtingslimur